Grækarismessa er 12. mars, men vanligt er at hava grækarismessuhald sunnudag. Í Vági var eisini hald, eins og undanfarin ár.
Kjartan Mørkøre, prestur, helt røðu, sum hann m.a. bygdi á hornasteinarnar mál, mentan, tjóðskap og umhvørvi. Kirkjukórið Ljómur setti dám á tiltakið, sum kórið vanliga ger til tiltøk í Vági. Fitt av fólki hevði leitað sær til grækarismessuhald, hóast veðrið ikki var av tí besta, men ein skái var løtuna, haldið fór fram.
35 ára hald
Røðarin í Vági í ár, Kjartan Mørkøre, leitaði so at siga aftur á slóðina. Hann starvaðist sum prestur í Vági fyri 35 árum síðani og var tá ein teirra, sum endurstovnaði skótaliðið Royndina, saman við Jákupi Olsen og øðrum.
Onkur av stovnarunum fyri 35 árum síðani, eins og gamlir skótar, taldust millum áhoyrararnar og eisini Kjartan Dalsgarð, kendur skóti í mong ár, og sum hevur fingist nógv við landsumfatandi skótaarbeiði,t.d. deplin á Selatrað, hevði leitað sær suður til Vágs í samband við dagin.
Royndin varð upprunaliga stovnað í 1940, tá Thulesen prestur stóð á odda, men arbeiðið datt niðurfyri í sekstiárunum, fyri síðani at verða endurreist í 1968.
Eftir grækarismessuhaldið var móttøka í skótahúsinum, har kaffi og køkur vóru at fáa. Men umframt var høvi hjá vitjandi og núverandi og fyrrverandi skótum at síggja myndir frá ymsum legum og lesa gamlar dagbøkur. Tilfar var lagt fram og røður hildnar og Sosialurin fer komandi at kaða nærri at hesum forvitnisliga tilfari.
Skótaliðið Royndin telist millum elstu lið í landinum, um enn ikki tey størstu, og er vanliga á legum í Føroyum og í útlondum og nógv hevur verið vitjað í Íslandi. Fyri stuttum hevur Royndin eisini gingið Suðuroyna á tamb, úr enda í annan, so lív er framvegis í, nú 35 ár eru síðani endurstovnan.