Ein grøn framtíð uttan dálking er møgulig, um vit handla nú!
Tí bjóðar Spaniastova til almennan fund um eina grøna framtíð uttan dálking, og hvussu tey fyrstu fetini kunnu takast. Fundurin verður mikukvøldið tann 6. februar kl. 19.
- Magni Arge, fólkatingsmaður, fer at greiða frá um tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða og hví tað er alneyðugt at taka tey í størsta álvara nú!
- Jógvan Skorheim, borgarstjóri og løgtingslimur, greiðir frá um eitt nýtt grønt gjøgnumbrot í Klaksvíkar kommunu.
- “Urban Gardening” fer at greiða frá, hvussu eitt samstarv við Mikkeller førdi til eina grøna verkætlan á Fróðskaparsetri Føroya, sum fekk hægsta próvmet. Áhugaði kunnu fáa ráðgeving frá limunum í bólkinum um hvussu ein kemur í gongd við sínum egna vakstrarhúsi heima við hús.
- Huldukvinnan Urðun fer at framføra yrkingina “Seinasta árstíðin” eftir Marjun Kjelnes. Live tónleikur verður framførdur til høvið.
- Kvøldið endar við at Annika Steintórsdóttir og Gunnhild Dahl greiða frá tiltøkum, sum Klaksvíkar kommuna fer at seta í verk í samband við umhvørvisvikuna.
Tíðin er komin at seta tey 17 heimsmálini hjá Sameindu Tjóða á skrá, tí sambært GlobaltNyt kostaðu náttúru vanlukkur og ekstrem veðurviðurskifti í fjør tryggingarfeløgum ørandi 1,4 billiardir krónur!
Hyggur man at 2018 var sjón fyri søgn. Stórir og umfatandi eldar vóru eitt nú í Japan, Sibir, Svøríki og Kalifornia. Fólk doyðu í herviligum hitabylgjum, eisini í Evropa. Herviligur turkur rakti mið- og norður Evropa. Tropiskar syklonir herjaðu og gjørdu stóran skaða. Í alt verða 2017 og 2018 roknaði sum tey dýrastu árini nakrantíð gjørt upp í peningaligum missi, skriva stigtakararnir millum annað í tíðindaskrivi.