Grøna hjartað í Italia

Frants av Assisi, ein fantastisk grotta í Frasassi, hugtakandi náttúra og nógv søga úr meðaløldini eru nøkur at tilboðunum, sum eru at fáa, tá tú sum ferðafólk vitjar í økinum Umbria í Mið-Italia. Eisini kallað grøna hjartað í Italia

Perugia/Assisi: Hóast veðrið ikki var okkum tilvildar á ferðini í Italia, so er tað ikki torført at ímynda sær, hvussu gott tað man vera har um summarið. At koyra við bussi millum býirnar er kanska nakað av einum upplivilsi í sjálvum sær. Í øllum førum tá koyrt verður eftir landsvegunum. Teir kunnu ikki sigast at vera í so góðum standi, men italienarar í ferðslu eru jú eisini kendir fyri ikki at sýna nakað serligt av fyriliti. Men kortini er tað sera hugtakandi at koyra í tí flotta landslagnum, har grønar engur, víngarðar og trø í hópatali eru allastaðni at síggja.
Assisi
Ein býur, sum er sera kendur í hesum økinum er, Assisi. Og kemst ikki rundan um Frants av Assisi, sum stovnaði tann fransiskanska ordanin. Fer ein til Assisi er Sankta Frants kirkjan eitt "must". Ein fantastiska vøkur kirkja, sum er bygd oman á gravstaðið hjá Frants.
Søgan sigur, at Frants var sonur ein ríkmann í Assisi. Men hann fekk nóg mikið av øllum ríkidøminum, og ein dagin gav hann pápa sínum øll síni klæðir á torginum í býnum og segði, at hann fór framyvir at vera munkur. Frants helt lítið um alt tað stórsligna ríkidømi, sum var í pávaveldinum og innan fyri kirkjuna sum heild, og tí byrjaði hann at stovna sína egnu samkomu, um ein kann kalla tað so.
Pávin var hart ímóti hesum longi, men søgnin sigur, at eina náttina droymdi pávin, at tann katólska kirkjan og pávaveldið syndraðist. Óansæð hvat fyri snildir og hvussu dugnalig fólk pávin nýtti, so megnaðu hesi ikki at halda kirkjuni saman. Inntil ein lítil maður íklæddur sum ein munkur kom inn í dreymin og helt øllum uppi við sínum beru hondum.
Hesin dreymur fekk pavan at góðkenna fransiskanska ordanin, og hesin livir væl enn tann dag í dag.
Frants av Assisi var sjúkur longi, og hann doyði heilt ungur. Tá varð hann borin gjøgnum býin og inn í kirkjuna, sum hon sá út tá á døgum og jarðaður har.
Nógv fólk vitja hansara grøv hvønn dag og kirkjuna. Tað er ein heilt serligur friður í kirkjuni, og tað er ikki lov at taka myndir inni.
Men Assisi er eisini annað enn Frants. Býurin er ein typiskur miðalaldarbýur, har søguligir bygningar og smalar gøtur liggja tætt upp at hvørjum øðrum. Á hvørjum horni eru tinganest handlar, og allastaðni fært tú eisini eitthvørt við Assisi ella Sankta Frants kirkjuni á.
Hugtakandi grotta
Tætt við Assisi ber eisini til at vitja eina ótrúliga flotta grottu. Grotti de Frasassi. Hetta er ein grotta, sum varð funnin í 1979 av einum fjallaklintrara. Hann datt í eitt hol í fjallinum, men hann fekk tó lofta sær, so hann ikki fór heilt niðurí. Og gott tað sama. Tí inni í fjallinum var ein grotta, sum er 20 kilometrar long, og tað hægsta punktið er 240 metrar.
Grottan má upplivast. Tað ber snøgt sagt ikki til at lýsa hana við orðum.
Meðan man gongur inni í henni, fara tankarnir at sveima um, hvussu einastandandi okkara náttúra kann arbeiða. Fyri fleiri milliónum árum síðani var fjallið fult av vatni innan. So hvørt sum vatnstøðan í heiminum er minkað, er hendan grottan komin inni í fjallinum. So við og við, sum vatnið hevur dryppað í mong, mong ár, er eitt satt paradís skapt inni í hesum fjallinum.
Og upp gjøgnum árini hevur hetta so ment seg til tað mest einastandandi skaparverkið frá náttúrunar hond. Og at tað ikki varð funnið fyrr enn í 1979 er fyri mangan mann ótrúligt.
Men síðani tað er grottan so vorðin eitt stað, har hvør ferðamaður fer.
Okkara ferðalag taldi 12 fólk, og ein teirra segði, at hann hevði verið í mongum grottum gjøgnum árini, men tað var ongin grotta, sum sló grottuna í Frasassi. Og tað má sigast at vera vælskilligt, tí hon er veruliga flott og hugtakandi.