Grønlendski fiskimálaráðharrin, Nikkulaat Jeremiassen úr Siumut, er í veriligum andróðri í hesum døgum, nú tingnevndin fyri fiski-, veiðu- og landbúnaðarmál hevur boðað frá, at tey ikki longu hava álit á, at hann kann halda fram í starvinum. Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.
Orsøkin er, at ráðharrin fleiri ferðir hevur veitt skeivar upplýsingar um veiðuna av svartkjafti. Bikarið fleyt endaliga yvir hjá tingnevndini, aftaná eina rættleiðing frá ráharranum til nøkur av sínum úttalilsum.
- Niðurstøðan hjá nevndini er, at rættleiðingin reisir fleiri spurningar enn hon svarar, og at ógreiðu upplýsingarnar og sjálvmótsøgnirnar halda fram, skrivar nevndin sambært Sermitsiaq í eini tíðindaskrivi um støðuna.
Av tí sama boðar nevndin í tíðindaskrivinum frá, at tey hava mist álitið á ráðharranum.
- Tað var vónin hjá nevndini, at ráðharrin skilti álváran í kritikkinum og gjørdi sítt ýtasta til at varðveita álitið hjá nevndini. Tað er ikki hent, skrivar nevndin.
Formaður fyri nevndina er Henrik Fleischer, sum eins og Nikkulaat Jeremiassen umboðar Siumut. Við Sermitsiaq hevur hann ikki stórvegis viðmerkingar um støðuna, men ger greitt, at tað er Inatsisartut, grønlendska tingið, ið má taka støðu til eitt misálit.
- Tíðin fer at vísa, um tað kemur eitt misálit í Inatsisartut. Vit í nevndini kunnu ikki avgera hvat restin av Inatsisartut ger, tað mugu tey sjálvi um. Vit kunnu bara siga, at ráðharrin hevur ikki okkara álit, sigur Henrik Fleischer.

Grønland: Fiskimálaráðharrin í andróðri

