Hægstirættur í Keypmannahavn hevur tikið avgerð um, at ein maður úr Nanortalik í Grønlandi skal arbeiða 100 tímar í samfelagstænastu fyri at hava brúkt pengar, sum hann fekk av misgáum.
Av misgáum bleiv maðurin skrásettur at eiga eina bankakontu við 1,3 millión krónum, og tað eydnaðist manninum at flyta 700.000 krónur inn á sína egnu kontu, áðrenn bankin varnaðist mistakið. Men tá hevði maðurin longu brúkt 421.500 krónur, og sum ein annar Robin Hood hevði hann leskað vinirnar við pengum.
Men hetta var ólógligt. Hægstirættur sigur, at maðurin breyt eina reglu í grønlendsku kriminallógini, tí hann fall fyri freistingini og brúkti nakað, sum hann ikki átti. Tí hevur rætturin dømt mannin 100 tímar samfelagstænastu, samstundis sum hald verður lagt á tær 421.500 krónurnar.
Sjálvur hevur maðurin sagt, at hann helt seg hava vunnið í einum týskum lottospæli, og at hetta tí vóru hansara pengar, men ta frágreiðingina vildi rætturin ikki góðtaka.