Allastaðni í danska høvuðstaðnum merkist, at stóra veðurlagsráðstevnan byrjar í dag. Kastrup er tapetserað við áheitanum til heimsins leiðarar, sum koma til ráðstevnuna Á Radhuspladsen er ein stór ballón blást upp og við Bella sentrið eru telt sett upp um alt økið.
Tá ein tendrar sjónvarpið handlar tað um ráðstevnuna, og til og við inni í tax-free handlunum í Kastrup verður tosað um framtíðina og veðurlagsbroytingar.
- Nú er nokk tosað, eg sløkki lampuna tá eg leggi meg, er tað ikki nokk, sigur ein ilsk, eldri dama í sjónvarpinum.
Hotellini eru yvirfull og ráðstevnan fer nokk at merkjast í ferðsluni í Keypmannahavn komandi vikurnar.