Grør um gangandi fót

Tað gongur við fullari ferð í Runavík. Kommunan er í vøkstri, og vinnulívið er rættiliga komið í gongd aftur eftir kreppuna

 

Kommunutíðindi

Runavík: Runavíkar Kommuna fær fyrispurningar næstan hvørja viku frá fyritøkum, sum ætla sær í gongd við einumhvørjum virksemi. Fólkatalið veksur, og arbeiði er til allar hendur.

Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, er ein væl nøgdur maður. Hann stýrir eini kommunu í blóma og sum hevur útlit til at verða verðandi í oddinum eina tíð enn.

Men tað krevur sín mann at stýra eini kommunu við slíkari ferð, sum Runavíkar Kommuna hevur í løtuni. Og Rodmundur Nielsen heldur, at við hvørt kann tykjast, sum tað gongur nóg skjótt. Hann metir ikki, at ferðin eigur at økjast munandi. Men vísir samstundis á, at fólk í kommununi tykjast hava tamarhald á tí, tey gera. Ongar villar ætlanir eru, sigur hann, og tær, sum eru í gongd, tykjast væl umhugsaðar og undirbygdar.


Standa trygg

Fólk í Runavíkar Kommunu eru ikki gliðin í oljuni, sigur borgarstjórin. Bæði vinnan og vanligi borgarin tykjast taka tað reiðiliga avslappað, at Runavík er vorðin útgerðarhavn hjá eini møguligari komandi oljuvinnu.

Talan er jú í fyrsta umfari bara um eina leitingartíð upp á trý ár, vísir borgarstjórin á. Og verður eingin olja funnin, skal eisini livast aftan á ta tíð. -Og tað skal tað fyri tann skuld kortini, tá oljuvinnan einaferð er av, sigur Rodmundur Nielsen, sum leggur dent á, at hann fer altíð at virka fyri, at verandi vinnan fær góðar møguleikar at arbeiða undir og støðugt fer at menna seg.

Borgarstjórin í Runavík dylur tó ikki fyri, at hann heldur hetta vera eina sera spennandi tíð. Útgerðarhavnin er løgd í Runavík, og sjálvandi fer kommunan at gera møguleikarnar so góðar sum gjørligt fyri at veita oljuvinnuni ta tænastu, hon hevur brúk fyri í leitingartíðini. Og verður olja funnin, verður Runavíkar Kommuna sjálvandi eisini klár at taka í móti eini veruligari vinnu, sigur hann.


Dryppar longu

Hóast eingin verulig gongd er komin á oljuvinnuna enn, er kortini farið at dryppa eitt sindur.

Runavíkar Kommuna er í ferð við at byggja havnarlagið út, soleiðis at útgerðarhavnin fær støð fyri seg sjálva norðan fyri verandi havnarlag. Hendan útbyggingin dregur eitt sindur út og verður helst ikki klár at taka í nýtslu endaliga fyrr enn komandi ár. Til ta tíð verður neyðugt hjá vinnuni at klára seg á verandi havnarlagi, sigur borgarstjórin.

Í løtuni verða fundament til siloir, sum skulu goyma ymisk evni, sum brúkast skulu til boringarnar, gjørd á havnarlagnum norðan fyri pakkhúsið hjá Skipafelagnum Føroyar.

Neyðugt er at gera hesi fundamentini nú, sigur Rodmundur Nielsen, soleiðis at tey fáa tíð at styrkjast, til sjálvar siloirnar verða settar upp einaferð i mai mánað.

Ætlandi skuldu royndarboringarnar byrja umleið fyrsta juni, og tað verður eingin trupulleiki yvirhøvur at fáa siloirnar lidnar til ta tíð, sigur borgarstjórin í Runavík.

Eisini eru longu bílagdir bústaðir til fólk, sum fara at arbeiða við leitingini. Talan er um fleiri bústaðir, sigur borgarstjórin.

Her eiga vit at fara eitt sindur hóliga fram, heldur Rodmundur Nielsen. Hann vísir á, at longu nú eru húsaprísirnir við at koma á eitt slíkt støði, at tað ikki er fyri vanlig fólk at fylgja við. Eitt nú eru dømi um í høvuðssaðarøkinum, at prísirnir eru tað dupulta av tí, sum teir reelt áttu at verið.

Oljuvinnan fer uttan iva at hava ókenda ávirkan á okkara samfelag, ávarar borgarstjórin í Runavík. Ávirkan, sum vit yvirhøvur ikki hava fantasi til at ímynda okkum. Og hann mælir staðiliga fólki til at hava bæði bein væl og virðiliga á jørðini og ikki fara á glið, um olja fer at flóta rundan um okkum.

Men tað verður ikki lætt, ásannar hann. Tað hava vit sæð aðrastðani, har oljuvinnan hevur givið pengar.

Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík, sigur, at sjálvandi vónar hann, at oljuvinnan, eisini í leitingartíðini, fer at kasta vinning av sær til Runavíkar Kommunu. Hann væntar, at okkurt fer at liggja eftir til vinnuna á landi.

Men hann vísir á, at tað verður ein stór avbjóðing hjá bæði kommunalu myndugleikunum, vinnuni og vanliga borgaranum, at vísa, at tey klára at loysa tær uppgávur og avbjóðingar, sum ein slík vinna fer at hava við sær.