Grátandi Neista-kvinnur

Eftir at hava gjørt alt rætt í 50 minuttir, eydnaðist Neistanum seinastu níggju minuttirnar at missa eina fimm-mála leiðslu, soleiðis at Stjørnan kortini streyk avstað við øllum

Hondbóltur

Sótu nakrar neistakvinnur heima í stovuni mikukvøldið og lurtaðu eftir Metallica, tá hesir syngja »so close, no matter how far«, samstundis sum tær í skíggjanum hava tendrað fyri Jack Nicholson og »As good as it gets«, so er hetta væl skiljandi.
Tí nærri enn tí sama koma tær bláu helst neyvan í ár, og skal metast eftir seinastu tíggju minuttunum av dystinum, so verður tað heldur ikki betri enn tað sama.

Influensa-hondbóltur
Úr Stjørnu-leguni hevur annars ljóðað seinastu tíðina, at hervilig krím-sjúka hevur gjørt um seg, og skal metast eftir avrikinum fyrstu 50 minuttirnar, so vóru influensa-eyðkennini kanska heldur ikki heilt burturi.
Í øllum var tað langt ífrá, at Stjørnan sýndi nakað meistaraspæl hesa tíðina. Tvørtur ímóti vóru tær á heimaliðnum væl og virðiliga omaná. Hóast gongdin á máltalvuni í stóran mun líktist henni, sum var galdandi í steypafinaluni herfyri, so vóru tó fleiri ábendingar um,at Neistin hesaferð ikki ætlaði sær at sleppa takinum.
Fyrst og fremst, so fingu tær Stjørnuna niður í sítt tempo í spælinum, soleiðis at orkan ikki á sama hátt skuldi ganga undan móti dystarenda. Stinna verjuspælið hevur í langa tíð verið eitt av eyðkennunum hjá teimum bláu, og tá Helenu Dam Poulsen enn einaferð sýndi, hví hon verður roknað millum tær fremstu málverjarnar í landinum, so var grundarlagið fyri einum góðum úrsliti lagt.
Og kanska týdningarmest av øllum, so megnaðu Neistakvinnurnar eisini fyri tað allar mesta av halda høvdinum kalt í álopspartinum. Roynt var støðugt at koyra tey system, sum avtalur vórðu gjørdar um, og við eini Jórun Ludvig, sum alt meira er um at nærkast sínum veruliga støði, sum spælskipara, vórðu bæði breidd og dýpd hildin alla tíðina, soleiðis at Stjørnan ikki uttan víðari kundi steðga álopsspælinum, bara við at seta Simonu úr spælinum.

Stjørnan í kjallaranum
Samanlagt hevði Neistin soleiðis eitt nógv betri tak á Stjørnuni, enn tær høvdu í steypafinaluni, og eftir steðgin var illgrunin um, at ein sensatión kanska var ávegis, bara styrktur.
Fríða Petersen hevði ikki havt ein serliga góðan dag í málinum, og tað gjørdi sum ikki tann stóra munin, at hon varð skift út við eina hálvskada Agne. Verjuparturin koyrdi á ongan hátt soleiðis, sum gullmerkini frá í fjør bera boð um. Hvørki Joan ella Alina megnaðu at seta vanligu høgu leikferðina ígongd, og so líðandi gjørdust frustratiónirnar á liðnum alt meira sjónligar.
Og tá Neistin so undirtali megnaði at halda fast um leiðsluna, tóktist eitt veruligt kollaps eisini at vera ávegis á liðnum hjá Stjørnuni. Neistin fór eftirfylgjandi upp á 19-15, og tá Stjørnan so misnýtti brotskast, kundu tær bláu fara upp á 20-15. Við tólv minuttum eftir á urinum, og einum meistaraliðið, sum var fullkomuliga í kjallaranum, tóktist alt nú vera avgjørt, men feita daman hevði ikki sungið enn.

Tordu ikki at vinna
Tí seinastu 10-12 minuttirnir gjørdust ein framsýning í ítróttarsálarfrøði. Her er ein av høvuðsreglunum, at skalt tú vera við, har sum tað gongur fyri seg, so skalt tú tora at vinna. Torir tú tað, so tolir tú eisini at vera á odda, og so tolir tú eisini at gera arbeiðið liðugt, uttan at fjáltur kemur á.
Og hetta megnaðu tær hjá Neistanum als ikki. Snøgt sagt, so framdu tær hvørt tað einasta mistak, sum er nevnt í lærubókini um hondbólt og ítróttarsálarfrøði hesar seinastu 12 minuttirnar. Eingin leikari vildi ella tordi at taka ábyrgd á seg. Heldur enn at fara eftir avgerðini, varð talan um alibi-hondbólt av hægsta formati, og tó at tær høvdu einar tríggjar opnar møguleikar, so kastaðu hesir heldur ikki nakað av sær. Tann størsta hevði Annika Thomsen helst, tá hon misnýttu brotskast, og tá Simona ? tá stóð 20-19 ? fekk tveir fingrar fyri at vísa sína ónøgd við harðliga uppdekkingina, sum ikki fekk avleiðingar, mátti tað at enda ganga galið. Og tað gjørdi tað eisini.

Eitt skump
Tá hetta er sagt, so skal heldur ikki takast frá Stjørnuni, at tær hesar seinastu minuttirnar prógvaðu, hví tær aftur í ár eru við í toppinum. Bara tað at venda einum slíkum dysti, er eitt bragd í sjálvum sær. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu brádliga skiftið hendi.
Bonkurin hevði eina hepna (dugnaliga) hond, tá tey valdu at fara út í mansverju av Simonu og Anniku. Samstundis kom Fríða sera væl frá uppgávuni, nú hon aftur varð tveitt inn á vøllin, og og ikki minst, so sýndu spælararnir nú loksins, at tær vildu vinna.
Við Alinu sum primus-motori varð fekk leikferðin eina tonn afturat. Heldur enn at óttast tapinum, so satsaðu leikararnir alt frameftir. Vágin í verjupartinum var til tíðir stórur, men tað var neyðugt, og tað gav eisini úrslit. Ikki minst tí tær við hesum megnaðu at flyta sálarliga trýstið yvir á bláa liðið, sum nú krampaktiga royndi at halda fast um leiðsluna.
Fyri FM-stríðið kundi tað kanska gera tað sama, tí skal Stjørnan vinna gullið, so verður helst kortini neyðugt við fýra stigum móti VB. Men sálarliga kann ein slíkur dystur fáa stóran týdning fyri Stjørnuna. Tær fingu eina ógvusliga ávaring um, at motivatiónin kann verða ein trupulleiki, tá oddasessurin skal haldast í longri tíð, og tær fingu eisini prógvað fyri sær sjálvum, at avrikið aloftast stendur mát við innsatsin.

Fakta um dystin
Neistin-Stjørnan 20-21 (13-12)
Málskjúttar
Neistin: Annika Thomsen 7(3), Simona Petersen 4, Marjun Tróndarson 3, Kára á Dunga 2, Unn Kragesteen 1, Ása á Neystabø 1, Jórun Ludvík 1, Mildrið Jacobsen 1
Stjørnan: Katarina Stepanov 6(3), Joan M. Djordjevic 5(1), Maria við Neyst 3, Bára S. Klakstein 3, Alina Olaru 2, Una Olsen 1, Annika Ljósstein 1(1)
Brotskøst: Neistin 4, Stjørnan 8
Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen. Linjan kundi verið harðari, men hon var støðug gjøgnum allan dystin.