2012 ella 2018 ella okkurt heilt annað tal. Føðibrævið hjá tí, vit telja árini eftir, er ikki funnið í nøkrum skjalasavni og ei heldur í nøkrum fjósi ella nakrari grøv, so vit vita ikki heilt vist, hvat árið nú er. Vit gita bara og siga og skriva, at tað er 2012 her á okkara leiðum. Vónandi er tað rætt. Ikki minst hjá teimum, sum giftust og/ella gjørdu okkurt annað skítbýtt klokkan tólv sekund yvir tólv minuttir yvir tólv 12.desember í 2012.
Hetta var síðsta høvið til hendan trendy ósiðin, 12.12.12 12:12:12.
Trettandi mánaðin er ikki komin enn. Hann var heldur ikki við í fíggjarlógini hesa ferð. Skattur av 13 mánaðarlønum er neyvan longri úti enn tilfeingisgjald av teldutøkum pappírsfiski og ynskidreymur um yvirskot yvir eina millión, skattskyldugt enntá.
Tað besta hevði verið at strika báðar jólamánaðirnar og farið beint frá 31.oktober til 1.januar. So sluppu vit undan nógvum, øgiliga nógvum, millum annað jólunum, hungursneyð, vanlukkum, einsemi, strongd.
Men, sama ger. Vit eru konservativ, so skál í krútsterkum bjóri fyri enn einum lortaári, sum fór afturvið við spillvatninum.
Kristindómurin hevur tó jóladagar. Fraksjónirnar gjørdust fleiri og eingin fusjón var uttan av peninga ávum. Sendifólk Guds til Føroya stovnaðu ein bókarklubba.
Kommunuval var í øllum 30 kommunum, og í Havn bleiv meirilutin so breiður, at Óla Jáke noyddist at skrúva víðvinkulin á fototólið fyri at fáa øll uppá, og ikki bara Heðin og minkin.
Londini í ES fingu friðarheiðursløn fyri at leypa á og hertaka onnur lond.
Amerikanski forsetin græt, so tað var bæði hjartenemandi og kenslubronglandi, as a parent, sum hann legði dent á. Hykl og lótir. Men øll eygu vóru vát norðan fyri Miðalhavið og vestan fyri meskavíða trolið, sum kom í staðin fyri jarntjaldið.
Amerikanskir forsetar gráta ikki, tá teirra egnu hermenn skjóta børn í fremmandum londum. Men arabisk børn eru heldur ikki børn, men yvirgangskroppar (eru øll børn annars ikki tað, terroristar?).
Amerikanski forsetin hevur havt fýra ár til at broyta vápnalógina. Og tað er grátiligt, as a parent.
Hetta var ikki seinastu ferð, at amerikanarar, sum antin ikki sleppa ella ikki tora í kríggj, leypa á skúlar. Tað er ein tradisjón, tey hava har. Tey eiga vápn upp í leypar at verja seg við. Og besta verjan er álop, freeze.
Jólini eru tíbetur farin, nú er nýggjárið eftir við øllum sínum endurtiknu lyftum.
Vit mistu enn ein banka í jólagávu. Her hjálptu hvørki góða danska mamma ella danskir bankapakkar ella donsk vælvild yvirhøvur.
Tryggasti bankin er og verður Blóðbankin. Hann hevur hægstu rentuna. Tey, sum lata blóð, fáa eina pilsnarøl aftaná at styrkja seg við, hon er 4,6 prosent.
2012 gjørdist eisini árið, tá Føroyar stóðu og fullu saman við einum flogfari, sum ikki kundi flúgva.
Hvussu jólaposturin kom fram fyri jól í fjør og øll hini árini minnist eingin.
Fólkið ræður í Føroyum, men kortini grenja og knarra øll. Altso er fólkið í Føroyum ikki ført fyri at ráða sær sjálvum, tá tað er so misnøgt við sítt egna ræði.
Skjótt skriva vit 2013. Tað verður eitt gott ár, um vit ikki hoyra orðini dýrasta og fráflyting hvønn dag.
Og kanska ber til at gera undantak, so fólk kunnu giftast 13.13.13 13:13:13 og skiljast 18.18.18 18:18:18.
So væl spælir klaverið tó ikki. Tí tað er ongantíð stillað.
Og hví varð Jesus ikki føddur í Føroyum? Tí allir teir vísu menninir vóru í Danmark. Og heldur ikki tey jólini fleyg airbussurin.