Grand Prix renningin byrjar

Fyrsta umfar í Grand Prix kappingini í renning, sum Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri í summar, verður á bygdastevnuni, sum er á Strondum um vikuskiftið

Renning

Í mun til undanfarin á verður kappingin skipað í seks umførum. Fyrsta umfarið verður á Strondum nú fríggjakvøldið og byrja verður kl. 19.30. Hini umførini verða á Norðoyastevnu (Klaksvík), Eystanstevnu (Runavík), Sundalagsstevnu (Hósvík), Vestanstevnu (Miðvágur) meðan sætta og seinasta umfar verður sum vant á Ólavsøku.

Kappast verður sum vant í ymsum bólkum, sum í ár síggja teir soleiðis út:
Gentur/Dreingir - 7 (f. 1998 ella seinni)
Gentur/Dreingir - 10 (f. 1995-1997)
Gentur/Dreingir - 13 (f. 1992-1994)
Gentur/Dreingir - 17 (f. 1988-1991)
Kvinnur/Menn (opin bólkur)
Kvinnur/Menn veteranar (f. 1959 ella fyrr)

Eins og undanfarna ár, so verða tað bert limir í teimum frælsu ítróttarfeløgunum, sum kunnu fáa stig í Grand Prix kappingini. Hóast tað, so eru øll sjálvandi vælkomin at luttaka í teimum einstøku kappingunum. Kappingarreglurnar fyri 2005 eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya, sum er www.athletics.fo og har verða úrslit og støðan í kappingini eisini at síggja.