Í hesi røð verða frásagnir frá húsunum í grannalagnum, har hildið verður, at Tróndur búði.
Her verður í fyrsta umfari talan um Blásastovu, og hava vit frásøgn frá Tórir Thomsen, sum er ættaður úr húsinum. Men stórt sæð var øll bygdin eitt grannalag, tí húsini vóru trunkað saman.
Eisini verður greitt frá báts- og skipavanlukkum í Gøtu, har Arnleyg Jacobsen eisini er ein kelda.
Fyrst skal tó lýsast gongdin í húsa- og fólkatali í Norðragøtu frá fólkateljingina í 1801 til 1911.
Í 1801 vóru 16 hús við 68 fólkum í Norðragøtu. Í 1834 vóru framvegis 16 hús, men nú við 106 fólkum. Fram til 1860 vóru 19 hús, og var fólkatalið tá komið upp á 118. Fólka- og húsatalið øktist síðan so líðandi, til tað í 1911 vóru 174 fólk í 31 húsum.
Í Syðrugøtu vóru í 1911 33 hús, og fólkatalið var 185. Tískil vóru bygdirnar nakað líka til støddar. Við Gøtugjógv vóru seks hús við 48 fólkum. Undir Gøtueiði var eitt hús við níggju fólkum. Tað vóru tískil tá um 400 fólk í sóknini, meðan tey nú eru um 1.100.
Blásastova
Eini tey mest kendu húsini í gomlu bygdini í Norðragøtu er Blásastova. Pápi Tórir Thomsen, Peter Jakku, var ættaður úr Blásastovu, og tí kom Tórir ofta inn higar. Tórir hevur greitt okkum frá húsinum og teimum fólkum, sum hava búleikast har.
Blásastova er bóndahús í tveimum pørtum. Niðari partur er bygdur í 1835 og tann ovari í 1860. Tá búðu tvær bóndafamiljur inni, nevniliga langomma og langabbi og olduromma og oldurabbi. Nýggjari parturin var bygdur til tey eldru hjúnini. Tey kundu flyta inn hagar, so tey yngru hjúnini kundu fáa gomlu og størri húsini fyri seg sjálvi.
Húsini eru rættiliga rúmlig og bærilig eftir tátíðar viðurskiftum. Í niðara parti er roykstova, ikki við fýrstaði, grúgvu ella moldgólvi, sum siður var um hetta mundi, men við trægólvi og komfýri, sum vanligt varð seinni. Í roykstovuni er brík, torvkassi, beinkir og tvær koyggjur.
Umframt roykstovuna er ein køkur, róptur niðri í køk, við fýrstaði, brík og trappum upp á loftið. Ein rúmligur kovi er í samband við køkin. Eitt kamar er við himmalsong, skápi og bíleggarovni, sum lagt verður í úr komfýrinum í roykstovuni. Í niðara enda er rúmlig glasstova, rópt niðri í stovu, við himmalsong, her munnu húsbóndafólkini hava sovið. Hetta er gamla prestakamarið.
Tað hevur fólk búð í Blásastovu inntil 1959. Aftaná fóru húsini mest sum í órøkt. Men í 1969 tóku Arnleyg Jacobsen og maður hennara Tummas stig til at stovna Gøtu Fornminnisfelag við Arnleyg sum formanni. Hon fekk Blásastovu gjørda í stand, eins og hon fekk tryggjað tað gamla umhvørvið, sum var í Norðragøtu. Tískil kunnu vit í dag síggja, hvussu fólk hava búð afturi í 19. øld. Hetta mann vera eitt tað mest áhugaverda mál hjá ferðafólki í Føroyum, og higar koma eisini fólk á gátt úr øllum heiminum.
Fólkið í Blásastovu
Út frá fólkateljingum síggja vit, hvør ið hevur búð í Blásastovu frá 1801. Tá er 51 ára gamli Ole Joensen bóndi. Hann gjørdist í hvussu er 95 ára gamal. Kona hansara er Maren Eydensdatter, sum tá var 48 ára gomul.
Tey áttu trý børn. Synirnir vóru Joen f. 1792, sum doyði árið eftir og Eyden f. 1794, sum doyði ógiftur í 1817.
Tá var bert Birgitte, f. 1796, eftir. Hon giftist við Jacob Jacobsen, f. 1794. Hann var úr grannahúsinum í Tjørnustovu. Jákup tók við festinum í 1819.
Tey fingu sjey børn:
Maren Sofie, f. 1819, giftist til Gøtugjáar við Hans Eliassen, bónda
Anna f. 1821, doyði lítil.
Anna, f. 1824. Giftist við Poul Petersen, úr Barbustovu í Syðrugøtu.
Ole f. 1826, doyði av tuberklum 19 ára gamal.
Jacob f. 1828, doyði 1879. Meira um hann seinni.
Cathrine f. 1830, doyði ung.
Eiden f. 1832, d. 1890, giftist við Dortheu Andreasdatter.
Fráhaldsfundur í Blásastovu
Umframt vanliga gerandisdagin og vanlukkur er ikki nógv, ið kann sigast um gerandisdagin í Norðagøtu í 19. øld.
Men í 1862 kom ein norðmaður Asbjørn Kloster sjálvur annar til Føroya at prædika fráhald og umvending. Frá hesi ferðina er ein dagbók, og her skal verða endurgivið tað, hann skrivar um vitjanina í Norðragøtu, har ”Vi bleve venligt modtaget og gæstfrit beværtet af Bonden Jacob Olesen. Han indrettede sine værelser til at holde forsamling, men da en anden af hans naboer fandt, at der blev for lidt plads for den mængde mennersker, som allerede strømmede til, indrettede han sine endnu større rum med sæder og lod alle komme deri. Vi havde havt adskillige vakre lejligheder, siden vi kom til Færøerne, men jeg tror dog, at denne forsamling overgik dem alle. Bevægelsen var almindelig. Taarer flød mengdevis. Adskilligt af interesse forefaldt her, som jeg ved denne lejlighed maa undlade at bemærke”.
Bóndin Jacob Olesen var uttan iva í Tjørnustovu, men størra grannahúsið helst hevur verið Blásastova, sum var størsta hús í bygdini. Afturat hesum vóru bóndurnir báðir næstu skyldmenn. Men hóast tár og rørsla sigur søgan einki um, at hendan vitjan setti nøkur varandi spor.
Bóndin kom av Strondum
Abbi mín Tummas Thomsen (1853-1940) var ættaður av Strondum og kom ungur sum húskallur í Blásastovu. Hann hevur í hvussu er verið har í 1870, 17 ára gamal. At hetta hevur verið eitt vælahús sæst eisini av tí, at umframt húskall høvdu tey tá tríggjar “tjenestepiger”.
Abbi bleiv so verandi. Omma var einasta barn og var tískil borin til Blásastovufestið. Tað rann saman millum tey bæði, og abbi varð tískil bóndi í Blásastovu. Tey fingu seks børn, Rakul var elst, f. 1884, Tummas Jakku, f. 1886, Petur Jakku, pápi, f. 1889, Elsa f. 1892, Símun Karl f. 1895 og so Bernina f 1901. Bert tvey av teimum giftust, Peter Jakku og Tummas Jakku. Bernina doyði ung, meðan Rakul, Elsa og Símun Karl blivu gomul. Tey vóru tey seinastu, sum búðu í Blásastovu.
Tað var nógv fólk sum kom í Blásastovu. Her kom eisini fólk at búgva. Ein teirra var Napoleon Jensen f. 1889, kallaður Gøtu Poli. Hann kom sum smádrongur og bleiv verandi líka til hann giftist. Abbi var mammubeiggi Pola. Tey búðu við Gjónna í Kollafirði. Pápi Pola doyði, tá ið hann var 9 ára gamal. Tey fluttu tá. Mamman og ein systir fóru til Fuglafjarðar, og Poli kom í Blásastovu. Ein beiggi, Tummas, fór út í Toftir í Fuglafirði at vera. Poli var ein av teimum gøtumonnum, sum í 1910 tóku stig til at stovna Føroya Fiskimannafelag. Hann giftist seinni til Klaksvíkar.
Tóku sær av fólki
Í 1911 var eisini ein 11 ára gamal drongur úr Havn í Blásastovu sum “logerende”. Hann hevur havt tað, sum í dag kallast atferðartrupulleikar, og er sendur norður í Blásastovu. Ein annar drongur var av somu orsøk við Hús í Syðrugøtu. Eg hitti hendan drongin seinni í Havn, og tá var eingin trupulleiki.
Hans Jacob Thomsen, f. 1889 kallaður Eiðis Hans Jacob, var eisini har í nøkur ár. Hann var bróðursonur abba. Ein sonur hansara var Jørgen Thomsen, sum var tingmaður fyri javnaðarflokkin í fleiri setur. Beiggi hansara Godtfred kom eisini til Gøtu og kom at vera hjá Líggjas á Fløttinum í Syðrugøtu. Báðir blivu verandi í Gøtu alla sína tíð.
Lisa á Kletti kom eisini í Blásastovu, eftir at mamman var deyð í 1916 av meslingum. Hennara søgu koma vit aftur til.
So var tað ein húskallur úr Funningi, Joen Johannesen Funding f. 1843, vanliga kallaðir Funnings Jógvan. Hann var húskallir í Blásastovu í umleið 50 ár og gjørdist eini 95 ár. Hann var ein sera lítil maður á vøkstri, av allar minstu monnum. Men hann var ein góður og trúgvur húskallur. Hann gjørdi alt arbeiði, sum kundi vera. Lønin til ein húshall var matur og klæðir, og so eitt lamb um heystið. Hann kravdi ikki nógv, men honum dámdi væl at fáa uppí nevið. Ein lítlan segði hann heldur ikki nei til. Tá ið onkur bjóðaði honum, tók hann húgvina av og segði: “Skål” á donskum.
Prestur mátti út
Omma æt Elspa Katrina (1858-1951). Mamma hennara Rakul var úr Húsgarði. Hon var annars komin til giftingar við bóndasoninum í Stórustovu í Oyndarfirði. Gávuseyðir og alt var tikið. Men hann gjørdist sjúkur og doyði.
Men so giftist hon við bóndanum í Blásastovu, sum æt Jákup.
Men Jákup gekk burtur sjálvur sætti við bátinum Broje, sum fór til Klaksvíkar eftir viði til at umvæla kirkjuna. Hetta var 23. mai 1879. Hesa søgu koma vit aftur til.
Inntil tá var Blásastova eisini vertur hjá presti, tá ið hann kom á vitjan seks ferðir árliga at hava altargongd, barnadóp, jørðákasting og tað sum annars var uppgávan hjá presti. Hann hevði sítt egna kamar, sum ikki varð nýtt til nakað annað, og hann hevði eisini sína egnu inngongd, sum enn er har.
Men tá ið húsbóndin doyði, mátti hetta halda uppat. Prestur kundi ikki vera í húsi hjá einsamallari kvinnu. Tá fór prestur oman í Jákupsstovu, næsta hús, at vera.
Tá ið langabbi var farin, bleiv abbi bóndi, men hann festi ikki fyrr enn langomma doyði í 1903. Festið var fýra og eina hálva mørk, og so var nakað av ogn afturat.
Hetta var eitt nokk so vala hús og var næststørsta festi í Norðagøtu. Tað var eisini eitt seksmannafar í húsinum, sum eisini var mannað av húsfólki. Blásastovubáturin kallaðist Stjørnan Fríða.
Ullin frá lagdi til klæði
Tey høvdu tríggjar kýr. Tað var nógv at fáast við. Eitt var jørðin við øllum tí, sum hon kravdi. Tað mundu vera einir 120 seyðir. Hetta gav eisini nógv arbeiði. Og so var tað ullin. Hon varð øll virkað. Fyrst var hon nappað, síðan karðað, síðan spunnin og at enda bundin til troyggjur og onnur pløgg. Troyggjurnar vóru partvíst seldar. Men øll tey klæði, sum tey sjálvi fóru í, vórðu eisini gjørd heima sum til dømis undirklæði. Í roykstovuni gingu tveir rokkar og meira viðhvørt. Tað bleiv nógv prátað og fortalt. Tað vóru rættar kvøldsetur.
Úthús
Til eini slík bóndahús hoyrdi so nógv onnur hús. Hjallur var tætt við ánna beint yvir av húsinum. Ein hjallur var beint omanfyri Tjørnustovuhúsini. Tveir hjallar vóru uppi á Fløttu beint við, og so høvdu tey ein hjall úti á Bakka. Umframt hetta var so neyst og hoyggjhúsið beint omanfyri. Hoyggjhúsið er í dag partur av fornminnissavnunum, har tað ber til at síggja allan tann reiðskap, sum varð nýttur.
Eg var nógv inni í Blásastovu. Vit búðu so langt burtur frá bygdini, inni í Kongsbø. So spældi man har heima so leingi, at tað bleiv myrkt. Tá bleiv man verandi har heima. Tað vóru eingi hús frá grannalagnum inn til okkara, so tað var óunniligt at ganga.
Pápi var tó ikki tann fyrsti, sum bygdi har inni. Teir fyrstu vóru Johannes fyri Innan Á og Jógvan hjá Zacharias í Mortanstovu. Teir bygdu í 1914 og pápi í 1917. Omma plagdi at siga, at tað var sum ein oyðimørk har inni. Tað kann verða nevnt, at hetta er ikki longur burtur enn so, enn at hesi hús eru yvirav fótbóltsvøllinum hinumegin vegin, sum gongur gjøgnum bygdina.
Eg hevði tað so gott í Blásastovu. Omma var so góð við meg. Hon kallaði altíð festið fyri “breyðið í húsinum”.
Tað var nóg mikið at gera bæði vetur og summar. Tá var kúgv i hvørjum húsi, so tað var kanska ikki tann stóri marknaður fyri mjólk í bygdini.
Men tey høvdu eina sentrifugu, so tað kundi fáast bæði smør og rómi. Tá ið mjólkaforsýningin kom í Havn við rutusigling inn á Skálafjørðin í 1908 slapst eisini av við mjólkina. Men hetta var eisini eitt baks, tí mjólkin mátti berast yvir um Gøtueið til Skipanesar, har mjólkin var koyrd umborð á mjólkabátin. Fyrst var hon stoytt í dunkar. Jóan Frederik Skibenæs tók ímóti.
Hetta varð gjørt einar tríggjar ferðir um vikuna. Tað var eitt rættuligt fylgi, sum plagdi at fara avstað við mjólk.
Tað var ikki tað stóra, sum fekst fyri hetta, men tó frægari enn einki.
Komandi partur
Í komandi parti verður meira greitt frá um Blásastovu, húsini hjá Glyvra-Hanusi og annars lívið í bygdini fyrst í seinastu øld