Grannalond seta nýggj met í smittu

Soleiðis var eisini í Noregi í gjár, tá talið av nýggjum smittaðum var heili 11.825.

 

Tað er næstan ikki dagur, at okkara grannalond ikki seta met í nýggjum smittutilburðum.

 

Soleiðis var eisini í Noregi í gjár, tá talið av smittaðum var heili 11.825.

 

Hetta er fleiri enn 2000 tilburðir meira enn dagin fyri og samstundis størsta smittutal, sum nakrantíð er skrásett í eitt samdøgur í Noregi.

 

Vikutølini vísa, at smittutølini eru veksandi, og í síðstu viku vórðu 7356 nýggir tilburðir staðfestir í miðal hvønn dagin.

 

Í vikuni fyri var miðaltalið fyri hvønn dagin 4808 tilburðir.

 

Men, hóast smittutølini í Noregi eru stór, er talið av innløgdum í løtuni ikki serliga órógvandi.

 

Í gjár lógu 264 koronu-sjúklingar á norskum sjúkrahúsum, og tað er 13 færri enn dagin fyri.

 

Samlaða talið av deyðum í Noregi, síðan farsóttin tók seg upp - við ella av koronu - er 1372.