Tað vendir øðrvísi í fótbóltinum á eystaraarmi á Skálafjørðinum nú, enn tað hevur gjørt nógvu tey seinnu árini. B68 er í bestu deildini, og NSÍ er í næstbestu deildini. NSÍ hevur annars í nógv ár verið omaná. Í fyrsta umfari í landskappingini endaði tað málleyst, tá ið teir næstbestu hjá B68 vóru í Runavík.
Í kvøld fær NSÍ møguleika á Svangaskarði at vinna tað aftur í grannauppgerð, sum tað í landskappingini ikki ber til, tí NSÍ er í 1. deild, og B68 er í bestu deildini.
Toftamenn vóru i finaluni í 1995, sum teir taptu 3-1 ímóti HB. NSÍ hevur tvær ferðir vunnið steypakappingina. Fyrra ferðin var í 1986, og so vann NSÍ finaluna í 2002 2-1 ímóti HB.
Síðani 2005 hevur steypakappingin verið skipað í leistinum, sum tað framvegis verður spælt eftir. Øll hesi árini síðani 2005 er tað ongantíð komið fyri, at B68 og NSÍ hava spælt ímóti hvørjum øðrum í kappingini um løgmanssteypið.
Í 2003 hittust NSÍ og B68 í bólkaumfari. Tá vann NSÍ 3-0 á heimavølli, og á Svangaskarði var úrslitið 2-1 til B68. Tað árið endaði B68 á triðja plássi, og NSÍ endaði á fjórða plássi.
B68 – NSÍ : Kári J. á Høvdanum kl. 18.00.