Tað var ein stórur setningur, sum VÍF-kvinnurnar høvdu, tá ið tær spældu seinnu hálvfinaluna ímóti kyndilskvinnum í høllini á Hálsi í kvøld. Kyndil vann við heili 10 málum, 30-20, í fyrra hálvfinaludystinum í Vestmanna, og sostatt tyktist alt næstan at vera avgjørt, áðrenn seinni dysturin skuldi spælast. Sum væntað komu kyndilskvinnur eisini í finaluna, men tó góvu vestmenningar góða mótstøðu í kvøld.
Í fyrra hálvleiki var tað VÍF, sum hevði munin og fór til hálvleiks á odda 12-11. Hetta var tó verri enn so nóg mikið til at koma nær námind nøkrum finaluplássi, tí enn restaðu níggju mál í fyri at javna leiðsluna hjá kyndilskvinnum frá fyrra dystinum. Í seinna hálvleiki kom samlaði sigurin hjá Kyndli ongantíð í vanda, og endin var tann, at kyndilskvinnur komu afturíaftur og vunnu 23-22. Sostatt vann Kyndil samlaðan sigur áljóðandi 53-42.
Tískil er greitt, at tað verða oddaliðini bæði í Hvonndeildini, Kyndil og Neistin, sum bresta saman í steypafinaluni hjá kvinnum komandi vikuskiftið.
Málskjúttarnir í seinnu hálvfinaluni ímillum Kyndil og VÍF síggjast niðanfyri.
Kyndil-VÍF 23-22 (11-12)
Kyndil: Anna Brimnes 7, Turið Arge Samuelsen 5, Súna Krossteig Hansen 3, Guðrið G. Eystberg 2, Bára Krossteig Hansen 2, Bjarta O. Johansen 2, Anja Eliasen 1 og Anja Hammer 1.
VÍF: Ema Bezanovic 6, Agnas Olsen 4, Randi Virgarsdóttir 3, Daniella Joensen 3, Liljan Djurhuus 2, Beinta Poulsen 2, Brynja Rógvadóttir 1 og Kathe Frederiksen 1.