Grannarnir syrgdu fyri rimmar fýrverki

Innskifti Mórits Heini Mortensen skoraði NSÍ sigursmálið ímóti grannunum, sum mistu á stokkinum

Ein tann mest undirhaldandi dysturin higartil í ár var í kvøld við Løkina í Runavík, har NSÍ hevði vitjan av grannunum av Toftum.

 

Úrslitið var 4-3 eftir 3-2 til NSÍ í fyrra hálvleiki.

 

Nú Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri síðstu, er tað ein øgiligur lætti at síggja í heimaleguni. NSÍ skal um stutta tíð royna seg í europeiskum fótbólti, og síðstu vikurnar hevur upptaktin ikki verið serliga hugalig. Í trimum dystum hevur samlaða úrtøkan verið eitt stig.

 

Í kvøld sá tað leingi út til, at tað aftur fór at enda við javnleiki, men so var tað, at innskifti Mórits Heini Mortensen eftir aftur og fram støðu í B68 brotsteiginum setti bóltin dygst inn við stólparótini.

 

Toftamenn standa sum slignir á nevið. Teir arbeiddu og stríddust, og teir vístu stórt sjálvsálit, og í løtum var samanspælið hugflogsríkt. Tá ið liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen eftir horna stútaði til 3-3, og tað bara vóru níggju minuttir eftir, sá tað út til, at tað fór at eydnast gestunum at hava stig við sær stutta teinin niðan á Svangaskarð.

 

Men soleiðis endaði tað ikki. Mórits Heini Mortensen skoraði sigursmálið í tíðini, sum dómarin legði aftrat, og nú man hann eiga tørn at vera millum teir fyrstu ellivu.

 

Hálvleiksstøðan var 3-2. Klæmint A. Olsen stútaði eftir innlegg frá Tróndi Jensen úr høgru NSÍ á odda. So svaraði B68 so dyggiliga aftur. Lukasz Cieslewicz umsetti brotsspark, sum hann sjálvur vann, til 1-1, og Andri Benjaminsen legði B68 á odda 2-1 við rimmar langskoti eftir horna úr høgru og sending frá Lukasz Cieslewicz.

 

Síðstu lítlu løtuna undan steðginum skoraði NSÍ tvey mál, og so var støðan 3-2. Petur Knundsen skoraði bæði málini. Søgan við Løkina í Runavík í kvøld var, at hetta var síðsti dystur hjá honum fyri NSÍ á heimavølli í hesum umfari, áðrenn hann fer til Danmarkar at royna seg í fótbólti.

 

Og so var tað í seinna hálvleiki, at spenningurin síðstu løtuna var øgiligur, og at illa sperda NSÍ loksins skoraði sigursmálið.

 

NSÍ hevur 24 stig fyri 14 dystir, og B68 hevur seks stig fyri 13 dystir.

 

 

 

NSÍ – B68 4-3  (3-2)

 

1-0: Klæmint A. Olsen 7.

 

1-1: Lukasz Cieslewixz br 25.

 

1-2: Andri Benjaminsen 28.

 

2-2: Petur Knudsen 38.

 

3-2: Petur Knudsen 42.

 

3-3: Aleksandur Ó. Jensen 81.

 

4-3: Mórits Heini Mortensen 93.

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Daniel Danielsen – Pætur Hentze, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft – Jacob Trenskow (Jørgen Nielsen 82.), Tróndur Jensen (Mórits Heini Mortensen, 61.), Betuel Hansen – Mikkel Elbæk Jakobsen (Aron Knudsen, 65.), Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Gult kort: Jakob Jakobsen, Oddur Á. Højgaard

 

Venjari: Allan K. Jepsen

 

B68: Joakim Jurs – Petur í Túni Petersen (Helgi Johannesen, 57.), Aleksandur Ó. Jensen, Chris Jastrzembski, Hjalti Strømsten (Jann Ingi Petersen, 78.) – Tonni J. Thomsen, Áki Johannesen – Esmar P. Clementsen (Fríði í Túni Petersen, 91.), Lukasz Ciesleicz, Andri Benjaminsen – Steffan A. Løkin

 

Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Aleksandur Ó. Jensen, Tonni J. Thomsen

 

Venjari: Øssur Hansen