Nógv søga liggur millum londini í bólki B. Kroatia var partur av Eysturíkska-ungarska keisaraveldinum, og stórir partar av Póllandi hava í søguni hoyrt til Týsklands. Tí hava partar av tí óseriøsu pressuni í Póllandi verið úti við grovum karikaturmyndum og myndakollasjum, sum hava til endamáls at píska ein keðiligan stemning upp. Michael Ballack segði við Eurosport ígjár, at tað var bara við til at motivera teir til at vinna á Póllandi. Venjarin hjá Týsklandi, Joachim Löw heldur, at tað byrjar at kennast aftur, at Pólland hevur hollendska Leo Beenhakker, sum venjara: ?Tað tykist, sum standa teir ógvuliga kompakt á vøllinum, og tað tykist, sum um teir eru inspireraðir av tí hollendska álopsfótbóltinum. Pólland hevur eitt sterkari lið, enn tá vit møttu teimum undir HM í 2006.? Í 2006 vann Týskland 1-0 á Póllandi. ?Teir hava forbetra seg nógv síðani 2006.? sigur Joachim Löw. Venjarin hjá Kroatia, Slaven Bilic er ivaleysur í, at Kroatia sigrar á vertstjóðini, Eysturríki í kvøld: ?Sjálvt um fótbóltur viðhvørt kann verða ringur at rokna út, og kann verða náðileysur, so er púra víst, at vit verða betri enn vertirnir úr Eysturríki, og hetta fara vit eisini at vísa á vøllinum.? Slaven Bilic saknar Arsenal-spælaran Eduardo, men heldur seg kortini hava ein nóg góðan hóp til at kunna vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum. Nógvir kroatar búgva í Eysturríki, og væntar Bilic góðan uppbakkning til liðið á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien. Eysturríki kann bara yvirraska.