Granskingarráðið hevur fingið játtað umleið 900.000 kr. frá ES til eina verkætlan, sum skal gera tað lættari fyri granskarar at flyta millum lond at arbeiða. Tað skrivar granskingarráðið á heimasíðuni, gransking.fo.
Talan er um at byggja upp eina sonevnda EURAXESS tænastu í Føroyum. Hetta er ein tænasta, sum hevur á leið 200 deplar í 38 europiskum londum, og sum skal verða eitt amboð við viðkomandi upplýsingum hjá granskarum, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska.
Lýst verður í hesum døgum eftir einum fólki, sum skal taka sær av at byggja upp føroysku EURAXESS tænastuna. Uppgávan verður at savna inn neyðuga vitan, at gera eina hondbók og ein internetportal og saman við øðrum at skipa fyri upplæring og kunning.
EURAXESS er eitt netverk av tænastuveitarum í Europa, hvørs høvuðsmál er at stimbra til flytføri hjá granskarum. Hetta verður m.a. gjørt við at veita tænastu til granskarar, sum flyta frá einum landi til eitt annað. Talan kann verða ráðgeving um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í samband við at flyta til annað land.
Ein annar partur av tænastunum er at stýra einum portali EURAXESS Jobs. Har ber til at finna leys størv, sum granskingarstovnar í Europa lýsna við. Møguleiki er at leita eftir størvum innan eitt ávíst granskingarevni. Tað ber eisini til at leita eftir størvum innan landafrøðilig øki. Á EURAXESS Jobs skulu øll leys størv, sum verða fíggjað ígjøgnum FP7, lýsast leys. Føroyskir stovnar og virkir fara eisini at kunna lýsa síni størv her og røkka hvørjum króki í Evropa uttan kostnað.
Við at brúka hendan møguleikan ber til at røkka skikkaðar altjóða umsøkjarar, samstundis sum føroysk gransking og føroyskir stovnar verða sjónligari í Evropa, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.