Granskarar í veiðitøkni á ráðstevnu í Føroyum

- Arbeitt verður alla tíðina við nýggjari tøkni, bæði í reiðskapi og veiðiførum, og í FTFB verður dentur lagdur á, at veiðan fer væl við umhvørvinum, sigur Bjarti Thomsen

Ráðstevna

 

Út við 70 fiskivinnugranskarar úr øllum heiminum halda hesa vikuna ráðstevnu í Føroyum. Stevnan, sum er á Vinnuháskúlanum, varð sett klokkan 9 í morgun av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen.

Talan er um arbeiðsbólkin FTFB, sum stendur fyri Fishing Technology and Fish Behaviour. Bólkurin arbeiðir fyri havgranskingarstovnin ICES og FAO, sum er matvørufelagsskapurin hjá ST.

FTFB kemur saman eina ferð um árið at viðgera tekniskar fyrispurningar viðvíkjandi veiðitøkni frá FAO og ICES og limalondunum.

Nú FTFB-fundurin er í Føroyum, hevur FAO gjørt av at leggja ein av teirra fundum her, og tí fara eisini eini 15 fólk úr tropiskum londum at hava serligan fund um tropiska rækjuveiðu.

Tað eru Bjarti Thomsen og Kristian Zachariassen, ið báðir hava arbeitt við veiðitøkni, sum fyri Fiskirannsóknarstovuna hava luttikið í Fishing Technology and Fish Behaviour (FTFB) seinastu árini.

 

Reiðskapur

Bjarti Thomsen sigur, at fleiri av luttakarunum á ráðstevnuni eru tað, sum rópt verður reiðskapsfrøðingar, men fleiri havlívfrøðingar eru eisini við.

- Hetta eru fólk víða um úr heiminum, sum eitt nú arbeiða við ymiskari veiðitøkni, men við eru eisini fiskifrøðingar, sum arbeiða við hesum.

Hann sigur, at fólk eru eisini við á ráðstevnuni, sum vita ein hóp um, hvussu ymiskur fiskur ber seg at.

- Við á ráðstevnuni eru fólk heilt úr Indonesiu og Filipinunum, og ætlandi skuldu eisini fólk verða við av Kuba, men eg haldi ikki, at hesi eru komin, tí trupulleikar vóru við visa, sigur Bjarti Thomsen.

Hann vísir á, at talan er ikki um reiðskapsfrøðingar og fiskifrøðingar, sum fáast við stovnsmetingar, men meira um, hvussu veiðast kann við reiðskapi og skipum, sum eru burðardygg, samstundis sum hesi fara væl um fiskastovnarnar.

- Arbeitt verður alla tíðina við nýggjari tøkni, bæði í reiðskapi og veiðiførum, og í FTFB verður dentur lagdur á, at veiðan fer væl við umhvørvinum, sigur Bjarti Thomsen.