Skjótt fert tú kanska at kunna servera nakað so sermerkt sum kilitomatir. Tomatin hevur tilknýti til kilipiparið, og tað merkir, at tomatin hevur tey gen, sum geva sterka smakkin. Granskarar í Brasilia argumentera nú fyri, at tað er møguligt at aktivera hendan partin av tomatini, so at hon kann gerast sterk eisini. Hetta skrivar DR og vísundamenninir skriva hetta í tíðarritinum Trends in Plant Science.
Men tað er ikki fyri at leggja sterku tomatina aftrat matarskránni hjá fólki, at granskararnir eru áhugaðir í hesum. Heldur er tað fyri at gagnnýta evnið "capsaicin", sum gevur sterka smakkin. Hetta er eitt av 23 evnum, sum finnast í kilipiparum.
Hetta evnið verður brúkt tll ymiskt umráðandi. Eitt nú verður hetta brúkt í vápnaídnaðinum til piparspray, tað verður brúkt til doyvingarevni, og gransking vísir, at evnið er gott fyri tey, sum ynskja at tapa seg.
Men við at aktivera hetta genið í tomatini, heldur enn at taka tað frá kilipiparinum, verður arbeiðið munandi lættari.
- Tú fert at kunna framleiða evnið á ein bíligari og meira effektivan máta, sigur Agustin Zsögön, ein av granskarunum handan verkætlanina, sambært DR.