Granskarin, sum hevur granskað viðurskiftini millum Føroyar og Sovjetsamveldið undir kalds krígnum, er enn einaferð í andgletti.
Danska stjórnin hevur játtað honum fýra milliónir krónur til gransking av innanlendis viðurskiftunum í Danmark undir kalda krígnum. Peningurin er játtaður persónliga til Bent Jensen, sum er professari við lærda háskúlan í Odense.
Danski fólkaflokkurin gekk á odda í samráðingunum um donsku fíggjarlógina, at pengar skulu seta av til Bent Jensen.
Givið úrslit
Atfinningarnar eru millum annað, at talan er um bílagda gransking, tí Bent Jensen ikki fýrir fyri at nevna seg antikommunist. At úrslitið av kanningini er givið upp á forhond.
Bent Jensen sjálvur ræðist ikki fyri at svara aftur.
Í eini samrøðu við danska blaðið Politiken sigur hann:
- Nei tað er eingin, sum kann bíleggja meg til nakað sum helst. Fyri meg er hetta rein søgugransking.
NATO kanning
Eftir at kanningar av viðurskiftunum millum NATO og Føroyar vóru gjørdar og almannakunngjørdar, var avgjørt eisini at kanna viðurskiftini millum Sovjetsamveldið og Føroyar.
Sámal Tróndur Finsson og Jákup Thorsteinsson skrivar kanningar um NATO og kalda kríggið. Fyrsti partur kom út í sonevndu svørtu bók. Seinni var eitt ískoyti gjørt.
Anfinn Kallsberg løgaður boðaði í mars 2001 í Løgtinginum frá, at Bent Jensen skuldi gera Sovjet-kanningina. Og í hesum døgum situr Bent Jensen í Italia og skrivar seinastu orðini í kanningini av sambandinum millum Føroyar og Sovejtsamveldið.
Sambandið við Sovjet
Í kanningini, sum Bent Jensen skal gera um innanlendis viðurskiftinki í Danmark undir kalda krígnum, væntar hann, at hann eisini kannar persónlig sambond, sum hava verið millum fólk í Danmark og Sovjetsamveldinum.
Ein av kanningarsetningin frá landsstýrinum er "At lýsa, í hvønn mun føroyingar, føroysk feløg og føroyskir myndugleikar luttóku tilvitað og/ella ótilvitað sum umboðsmenn, njósnarar ella loyniumboð hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu."
Í frágreiðingini hjá løgmanni um uttanríkisviðurskifti verður lýst, hvørjar vónir landsstýrið hevur til kanningina hjá Bent Jensen
- Skjalarannsóknir í Russlandi eru torførar at fremja í verki vegna tess, at russiskir myndugleikar einans loyva søgugranskarum at skriva skjøl á søvnum teirra av við hond. Sostatt er ikki loyvt at taka avrit av skjølum. Bent Jensen, professari, er leiðari á slavisku deildini við Lærda Háskúlan í Odense og er kønur í russiskum máli og politiskum viðurskiftum í Russlandi. Harumframt hevur hann drúgvar royndir av skjalarannsóknum í Russlandi.