Kyksilvurkannngarnar, sum vóðu gjørdar í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, hava vakt eitt ramaskríggj um ein stóran part av heiminum.
Kanningin prógvar, at sjálvt við smáum nøgdum av kykslivuri í kroppinum á eini kvinnu, sum er upp á vegin, verður heilin á tí ófødda barninum ávirkaður, so at tey eru verri fyri bæði bæði til rørslur, til minnið og málsliga, tá ið tey røkka skúlaaldur.
Pál Weihe, læknastjóri, sum stóð á odda fyri kanningunum, saman við øðrum føroyingum og granskarum úr Danmark, sigur, at summi lond hava longu tikið avleiðingarnar av úrslitinum og hava lækka markið, fyri, hvussu nógv kyksilvur kann verða latið út í nátturuna, eitt nú risastóra ídnaðarveldið, Týskland
Í øðrum londum royna tey at venda og snara sær, uttan rættiliga at vita, hvørjum beini tey skulu standa á.
Ikki minst í heimsins størsta ídnaðarlandi, USA, hevur úrslitið loypt hvøkk á bæði politikarar og vinnulív.
Kanningarúrslitið hevur eisini ført við sær, at granskararnir, sum stóðu fyri kanningunum oftani eru bodnir á ráðstevnur víða hvar kring um í heiminum at greiða frá úrslitinum.
Til avhoyringar í USA
Amerikanarar eru so mikið sperdir av kanningarúrslitinum, at teir ikki minni enn tvær ferðir hava boðsent føroyskt-danska granskaraliðnum til USA at greiða frá úrslitinum.
Tí skulu teir taka úrlitið til eftirtektar, verður tað so dýrt, at teir vilja ikki seta nøkur tiltøk í verk, fyrrenn teir eru meiri enn 100% vísir í, at kanningarúrslitið er væl undirbygd fakliga.
? Og amerikanska heilsumálaráðið fór so grundiga til verka, at tey savnaðu ein bólk av 30 serfrøðingum, sum í samfullar tríggjar dagar royndu at taka grundarlagið undan úrslitinum við at seta spurnartekin við framferðarháttin og við hagtølini, og sostatt eisini við niðurstøðurnar, sigur Pál Weihe.
Talan var um eitt lið av hagfrøðingum, eitt lið av eiturserfrøðingum, eitt lið av epidemilogum, sum eru serfrøðingar í at seta slíkar kanningar saman, og eitt lið av serfrøðingum í djóraroyndum.
? Hesar avhoyringarnar vóru minst líka læruríkar fyri okkum. Og teir lótu ongan stein vera óvendan, sigur Pál Weihe
Og hann heldur, at hetta er eitt fullgott prógv um, hvussu stórum álvara amerikanarar taka hetta úrslitið.
Tí hetta er fyrstu ferð, at teir brúka hendan framferðarháttin.
? Tað vanliga er, at eitt kanningarúrslitið verður mett av nøkrum fáum fólkum og sett í eitt eitt viðurkent tíðarriti, og so er tað góðtikið.
? Men at amerikanarar tóku hetta stigið vísir, at teir taka málið í allarstørsta álvara, sigur Pál Weihe.
Men hann leggur afturat, at granskingarbólkurin stóð seg væl og at enda máttu amerikansku serfrøðingarnar geva seg yvir og viðurkenna, at talan var um eina kanning á sera høgum, fakligum støði.
Tó hava amerikanski el-ídnaðurin kortini roynt at máa støðið undan kanningunum. Og tað entá við ósannindum.
El-verkini fingu ein sokallaðan óheftan granskara at eftirmeta føroysku kanningina. Og hann fýrdi ikki fyri at føra beinleiðis ósannindi fram í sínari frágreiðing fyri at ?prógva? at als onki skil var í føroysku kanningini, og at granskararnir bart út sagt ikki vistu, hvat teir tosaðu um.
Men hann varð hóttur við endurgjaldi, um hann ikki tók frágreiðingina aftur og beindi fyri øllum eintøkum av henni.
Og tað hevur hann so gjørt.
Ikki óvæntað
Pál Weihe sigur, at tað kemur ikki óvart á hann, at amerikanarar eru farnir so ódliga til verka.
? Tí skulu amerikanarar taka úrslitið til eftirtektar, fer tað at kosta el-ídnaðinum einsamøllum einar 50 milliardir dollarar, tað eru einar 250-300 milliardir krónur, bara at seta betri filtur á skorsteinarnar á teimum amerikansku elverkunum, sum enn ganga við koli.
Somuleiðis kemur úrslitið illa við hjá amerikanska sjúkrahúsverkinum, tí tað er nógv kyksilvur í tí burturkasti, sum sjúkrahúsini brenna.
? Somuleiðis royna amerikanarar at fáa fólk at eta meiri fisk.
? Tí kemur tað illa við, um teir nú skulu noyðast at lækka markið fyri, hvussu nógv kyksilvur kann verða í fiski. Ikki minst er tann stóri, amerikanski tunfiskaídnaðurin sperdur, tí tað er nógv kyksilvur í tunfiski.
? Hinvegin hevur tað stóran týdning, at staðfesta heilt greitt, at kyksilvur er als ongin trupuleiki í okkara fiski, tí tað kyksilvur, sum er í honum, er so lítið, at tað er ongin trupuleiki
? Okkara trupulleiki er hinvegin, at tað er so nógv kyksilvur í súgdjórunum í havinum, bæði í hvali og í kópi.
Amerikanarar ivast
Pál Weihe sigur, at hóast týskarar hava tikið avleiðingarnar, og hava lækkað hámarkið fyri, hvussu nógv kyksilvur kann latast út í natúruna, ivast amerikanarar framvegis.
Og tað er kanska ikki so løgi. Tí sum nevnt, eru teir fíggjarligu avleiðingarnar av at lækka hámarkið fyri kyksilvurútlátið, ovurhonds stórir.
? Men eitt annað er, at verður hámarkið lækkað, fer tað eisini at føra ymsar avmarkingar við sær fyri, hvat fólk kunnu eta sigur Pál Weihe.