Tað almennu á rokanum meðan vinnan bløðir.....
Støðan er ring. Annað árið á rað leggur landskassin rygg til undirskot, sum táttar í millardina.
Fyri stuttum sveimaðu vit á alheims lánibylgjuni, har grammleikin var markleysur. Ævintýrið byrjaði í nítiárunum undir Clinton við Ninja lánunum, sum eskaleraðu undir Bush. Lánini í túsundum av milliardum $ vóru í høvuðheitum veitt teimum við ”no income, no job, no assets”, harav navnið Ninja.
Spekulatiónin var meginreglan og frívirði boðskapurin, har eingin framleiðsla var aftanfyri. Luft uttan innihald.
Tað mátti enda galið. Og rokningin fór um allan heim. Fíggjarheimurin endaði á knøunum.
Meðan torvurnar av projektmakarum og smartguys í velafrakkum við stressmappunum, i-phones og blunkandi laptoppunum runnu undan ábyrgdini í allar ættir, stríddust stjórnurnar at bjarga tí, ið bjargast kundi.
Gandaorðið
Køldu fíggjarligu vindarnir tóku eisini land her. Út á árið 2007 stagneraðu inntøkurnar. Kortini var hildið á, sum um einki var á vási. Almenni útreiðsluvøksturin rundaði 300 mio. kr árliga.
Og búskaparfrøðingarnir eggjaðu politikarum at tøma allar goymslur. Búskapurin skal ikki tillaga seg. Harafturímóti skulu útreiðslur landskassans samsvara við inntøkurnar undan fíggjarbræðingini. Rokningin verður skrivað uppá framtíðina.
Soleiðis ger almenna lánifíggjaða peningaumfarið, at kostnaðarstøðið verður hildið kunstiga uppi til einki samsvar er millum framleiðslu og peninganýtslu.
So, meðan almennu Føroyar eru á rokanum við almennari lántøku, bløðir vinnan spakuliga burtur.
Búskapurin sleppur ikki at laga seg til veruleikan. Alt fíggjarligt skilvísi verður skúgvað til viks. Sunnur borgarligur íhaldspolitikkur verður hildin lítisverdugur. Alt ber til.
Gandaorðið er raðfesting - nýggja hugtakið, sum politiskt tók land fyri fáum árum síðani. Hugtak uttan innihald, produserað til burturforkláringar - at tøla við.
Skálkurin
Í kjalarvørrinum av peningaríkiligheitini farnu árini verður dusað sær í gratissamfelagnum. Øll hava krav uppá almennar veitingar. Umfordeilingin gjørd til politiskt projekt. Einki himpr, tá talan er um at nýta pening hjá øðrum. Eftirlætið er meginreglan heldur enn undantakið.
Skálkurin í hesum eftirlætissamfelagnum er tølandi altfevnandi samhaldsfestið, sum fremur eina skipan, ið revsar arbeiði, samsýnir tey krevjandi, heldur tey arbeiðssama fyri gjøldur og ger njótaran líka heiðurligan sum tann nærlagda.
Soleiðis førka vit okkum móti búskaparligu eggini. 600 mio. kr eru laðaðar omaná bleytu rakstrarøkini farnu 5 árini. Ikki króna spard á økinum, nú tað sansar at - bert minni útreiðsluvøkstur. Kortini er ónøgdin lemjandi móti politiska myndugleikanum. Hvussu verður skilið, tá landið verður noytt at fremja veruligar sparingar, sum fara at niðurlaga øki, sum er neyðug og hildin sjálvsøgd?
Sjálvsving
Meðan hóttafall soleiðis merkir búskapin, so eru stórmálini nú togan um flyting av almennum stovnum?!
At vinnan er komin í klemmu av hækkandi avgjøldum og at útlendsk arbeiðsmegi fær durafjórðingin tykist ikki at nerva stórvegis. Hinvegin sýnist tað, sum um øll politiska skipanin er í sjálvsvingi, har spurningurin í stóran mun er, hvat vit skulu brúka, heldur enn hvussu vit realisera neyðugar rationaliseringar.
Kann løgtingið bert semjast um at tálma útreiðsluvøksturin og í sama viðfangi skriva rokningar til vinnuna at gjalda, standa vit fyri hóttafalli, sum verður trupult at koma burturúr.
Eitt er vist, at samtykkja fíggjarlóg, har yvirbjóðingin er boðskapurin og signalpolitikkurin meginreglan, tað fer ikki at føra okkum burtur í tí tronga, sum samfelagið er á veg inn í.
Stokkutur hiti
Kanska summi síggja avbjóðingarnar loystar, verður olja funnin undir landgrunninum í næstum. Henda vón kann tó gerast stokkut, og frítekur undir øllum umstøðum ikki løgtingið frá at taka neyðugu avgerðirnar, so samfelagið ikki fer at renna seg í skuldarfelluna við niðurbræddum kappingarføri.
At renna undan neyðugu sparingunum við at skriva skatta- og avgjaldsrokningar út á vinnu og borgarar verður stokkutur hiti. Lítið øðrvísi enn at gera seg vátan í brókunum.
Vit eru á eini avgerandi krossbreyt. Taka vit ikki røttu avgerðirnar, so fara fólk at rýma av landinum, og onnur fara at seta treytirnar fyri okkara tilveru framyvir.
Tað skuldi ikki verið meiningin.