Gravgangur eftir at sleppa runt Føroyar við Smyrli

Tað eru ikki meiri enn 70 ferðaseðlar eftir, so Smyril verður fullsettur á ferðini Føroyar runt á Hvítusunnu Tað er greitt, at tað er stór undirtøka fyri rundferðini, sum Strandferðslan skipar fyri við Smyrli runt alt Føroya Land, sunnudagin, hvítussunnudag.

Tað eru ikki meiri enn 70 ferðaseðlar eftir, so tað er greitt, at Smyril verður fullsettur.

Heini á Borg á Strandferðsluni, sigur, at tey hava mett, at fyri tænastustøðið umborð er hóskandi at hava 800 ferðafólk við eina slíka ferð og nú er sostatt við at vera heilt fult.

Tað eru eisini mong norðaneftir, sum hava tikið av tilboðnum um at fara til Suðuroyar við Smyrli leygardagin og gera útferðir í oynni um dagin og fara umborð at sova um náttina fyri síðani at fara rundferð sunnudagin.

Á ferðini fara Búi Egason Dam og Dánjal á Neystabø at skipa fyri undirhaldi til børnini, men annars fer legendariska suðuroyarorkestrið, Sputnik, at spæla á ferðini, so verður hugurin at strekkja beinini við einum valsi, fer tað eisini at bera til.

Og allan vegin fer Ólavur Hansen, sum er øgiliga staðkendur, at greiða frá tí, sum er at síggja, har Smyril siglur.

Samstundis verður eisini skipað so fyri, at ferðafólkið sleppur upp á brúnna og niður í maskinrúmið at síggja, hvussu alt sær út.

Tey, sum hava hug at síggja tað allarheilagasta umborð á Smyrli, skulu tekna seg til í móttøkuni á túrinum og so verður skipað fyri túrum fyri umleið 20 fólkum ísenn.

Siglt verður eftir veðrinum, men tað fer ikki at nerva hesa ferðina tað allarminsta, tí hann sigur frá fínasta veðri.