»Útselt - tíverri«
Hesi boðini fingu kundar á apotekum kring alt landið bert fáar dagar eftir, at nýggja klænkievnið Alli fekst í hondkeyp fyri einum mánað síðani.
Í skundi bíløgdu apotekini nýggjar sendingar av nógv eftirspurda klænkievninum. Og tá vit ringdu fyri at kanna áhugan fyri Alli, var svarið tað sama frá øllum apotekum.
- Alli selur sum heitt breyð, vistu tey at siga á apotekunum í bæði Havn og Klaksvík.
Eisini á apotekunum í Runavík og á Tvøroyri fara pakkarnir við nýggja klænkievninum við rúkandi ferð um diskin.
- Øll vilja hava Alli, so her hevur verið rættiligur gravgangur, ljóðaði tað av Tvøroyri, meðan tey í Runavík vissaðu um, at tey høvdu bílagt eina nýggja sending av Alli, so eysturoyingar ikki koma til fánýtis.
Tú ert ov kløn
Tey vóru eisini mong, ið bíðaðu í spenningi, tá tað í útlendskum miðlum frættist, at nógv umrødda Alli klænkievnið nú var á veg í apotekini. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at ES kommissiónin hevur givið eitt góðkent klænkievni leyst at selja í hondkeypi. Og tíðindini um, at Alli forðar kroppinum í at upptaka fitan í matinum, hava leingið gingið sum eldur í okkara grannalondum.
Fría atgongdin til nýggja klænkievnið er tó ikki fallin í góða jørð hjá øllum.
Í Danmark stúra læknar fyri, at eitt nú fólk við etingarólagi verða freistað at brúka Alli fyri at gerast enn klænri. Og fyrstu dagarnar Alli fekst í hondkeyp, høvdu donsk apotek eisini trupulleikar av, at fólk, ið als ikki høvdu tørv á at klænka, bóðu um nýggja klænkievnið.
Eisini á føroyskum apotekum hava tey verið noydd at tosað onkrar kundar frá at keypa Alli. Hetta hevur tó ikki skapt stórvegis trupulleikar. Heldur tvørturímóti.
- Eg haldi, at fólk hava kent seg eitt sindur smikrað, tá vit hava greitt teimum frá, at tey í grundini eru ov kløn til at taka hetta klænkievnið, sigur Katrin Knudsen, farmakonom á Tjaldurs Apoteki í Havn
Kunnu ikki nokta
Alli er nevniliga bert ætlað teimum, sum hava eitt BMI tal, ið er 28 ella hægri. Tað vil til dømis siga, at um tú ert 165 cm høg, skalt tú viga í minsta lagi 76,2 kilo fyri at tað er ráðiligt at taka Alli. Ert tú yvir 18 ár kann ongin kortini forða tær í at at keypa tablettirnar. Eisini hóast túi veruleikanum ert kløn.
- Vit spyrja um BMI talið ella hjálpa kundanum, at rokna tað út. Út frá tí kunnu vit so siga, um hetta klænkievni er egnað til tín. Men vit kunnu ikki nokta at selja fólki Alli, nú tað fæst í hondkeyp, sigur Katrin Knudsen, farmakonom.
Tað er tó ikki allastaðni, at tey hava so stórt álit á, at kundin sigur satt um sína vekt. Á fleiri apotekum í Danmark verða fólk nú vigaði, áðrenn tey sleppa at ogna sær ein pakka av Alli.
So strang hava apotekini í Føroyum tó ikki verið higatil.
- Nei, tað halda vit ikki vera neyðugt. Tað ber eisini rættiliga væl til at meta um vektina, við at síggja kundan, sigur Katrin Knudsen, og vísir á, at tað er eitt krav, at fólk møta persónliga á apotekinum, um tey ætla sær at keypa Alli.
Av somu orsøk sendir apotekið heldur ikki nýggja klænkievnið við posti út um landið, sum tey annars ofta gera við øðrum heilivági.
Men hví gera apotekini so nógv burturúr at kanna fólk, um tey kortini ikki kunnu nokta fólki at keypa heilivágin.
- Tí vit hava eina lógarkravda skyldu til at kunna fólk, sum keypa heilivág, so tey hava eitt reelt grundarlag at velja útfrá. Velja tey at keypa heilivágin móti okkara ráðum, verður tað teirra egna ábyrgd, sigur Hjalti Gunnarstein, apotekari á Eysturoyar apoteki í Runavík.
Føroyar fylgja við
Vandin fyri misnýtslu er tó ikki tað einasta, læknar og eitt nú Felagið móti etingarólag í Danmark hava ávarað ímóti, nú ongin í veruleikanum kann forða fólki í at keypa nýggja klænkievnið. At partur av feittinum í matinum fer ósodnaður út aftur, kann eisini føra til mangul á týðandi fitisýrur og feittupploysilig vitamin, staðfestir Kim F. Michaelsen, professari í føðslufrøði, sambært DagensMedicin.dk.
Tí kann tað undra, at føroyska apoteksverkið ikki tykist at hava sett spurnartekin við, um Alli eisini skal seljast í hondkeyp í Føroyum. Eisini tá hugsað verður um, at ES-góðkenningin av evninum í prinsippinum ikki umfatar Føroyar, ið ikki er limur í ES.
Sambært Hjalta Gunnarstein, er orsøkin tann, at stórt sæð allur heilivágur, sum verður góðkendur í Danmark, eisini verður góðkendur í Føroyum uttan neyvari viðgerð
- Í Føroyum hava vit ongan møguleika at gera tær kanningar, sum ES- kommissiónin, hevur gjørt í hesum føri. Hinvegin vita vit, at teirra eftirlit við heilivági er sera strangt, og tí hava vit álit á, at hetta evnið er trygt at brúka, tá vegleiðingin verður fylgd, sigur Hjalti Gunnarstein.
Tí hava apotekini eisini eina heilt avgerandi skyldu til at upplýsa kundarnar um, hvussu Alli skal brúkast og hvørji árin og hjáárin evnið kann hava, leggur Hjalti Gunnarstein áherðslu á.
Ikki mirakulevni
Sjálvur dylur Hjalti Gunnarstein ikki yvir, at eftir hansara tykki eru vónirnar til Alli kanska í so høgar.
- Ein sterkari útgáva av hesum klænkievninum, sum nevnist Xenical, hevur leingið verið at fingið á resept. So um talan var um eitt mirakulevni, trúgvi eg, at vit høvdu havt hoyrt meir um tað, sigur Hjalti Gunnarstein.
At framleiðarin av Alli hevur søkt um eina felags ES góðkenning, kann eisini vera tekin um at sølan av Xenical hevur verið lítil. Í øllum førum er ein slík felags gókenning ein effektivur máti at fáa nýggjan heilivág út á marknaðin í fleiri londum samstundis.
Læknin Jaspur Petersen, sum eisini er formaður í Kommunulæknafelagnum váttar, at Xenical ongantíð hevur verið nøkur suksés sum klænkievni.
Um ein ørsøkin til vantandi áhugan fyri Xenical er, at fólk vilja sleppa undan at fara til lækna við sínum vekttrupulleikum er ilt at siga. Jaspur Petersen er tó ikki í iva um, hvat hann heldur um, at eitt klænkievni nú gongur sum heitt breyð í hondkeyp.
- Tað ljóðar stak ódámligt, um trupulleikar við vektini yvir ein breiðan kamb nú skulu viðgerast við heilivági. Tey, ið eru ringast fyri av yvirvekt, hava longu sum er møguleika at verða skurðviðgjørd. Hjá øðrum er bara ein haldbærur máti at klænka seg, og tað er við at eta heilsubetri og minni og røra seg meir, sigur Jaspur Petersen, lækni.
FAKTA
ES-góðkent
Alli er fyrsta ES-góðkenda klænkievnið, sum fæst í hondkeyp. At evnið er góðkent av ES merkir, at tað kann skjalprógvast, at evnið virkar og lýkur tey krøv, sum verða sett slíkum heilivági.
--
Dýrur klænkikurur
Enn er lítið at at frætta um, hvussu nógv kilo fólk eru lætnað við at brúka Alli. Á einum av føroysku apotekunum vistu tey tó um eina, sum var lætnað trý kilo eftir tveimum vikum. Hetta svarar rættiliga væl til royndirnar úr Danmark.
Á danska Institut for Rationel Farmakoterapi vísa tey tó á, fólk lætna mest í byrjanini. Eftir at hava brúkt Alli í seks mánaðir eru fólk í miðal lætnað 2,5 kilo.
Tá hugsað verður um,at ein pakki av Alli kostar á leið 450 krónur, kann hetta sostatt gerast ein rættiliga dýrur klænkikurur.
--
Er Alli nakað fyri teg?
Finn tína hædd í teiginum til vinstru niðanfyri. Tak ikki Alli klænkitablettir, um tú vigar minni enn vektin, sum er ásett í mun til hæddina.
Hædd Vekt
150 cm 63 kg
155 cm 67,25 kg
160 cm 71,75 kg
165 cm 76,25 kg
170 cm 81 kg
175 cm 85,75 kg
180 cm 90,75 kg
185 cm 95,75 kg
190 cm 101 kg
--
Eyka fyribyrging
Kvinnur, ið taka p-bollar, eiga at nýta eyka fyribyrging, tá Alli kann geva ógvusliga skræpu, ið kann minka fyribyrgjandi virknaðin í p-bollum.
--
Soleiðis virkar Alli
Alli inniheldur evnið orlistat, sum tarnar upptøkuni av feitti frá tarmunum. Feitt í mati má brótast niður av enzymum, fyri at verða tikið upp í kroppinum. Orlistat darvar hesum enzymum í at virka, við tí úrsliti, at ein partur av feittinum frá mati fer óbroyttur út við skarninum.
Alli virkar tó bara klænkandi, um tú samstundis etur minni og soltnari mat enn vanligt.
--
Hjáárin
Leyst lív
Feittut ella oljukent skarn
Feitt ella olja seyrar úr endatarmi
Luft í tarmum
Kelda: Lægemiddelstyrelsen og Netdoktor.dk