Gravkirkjan

Tosað verður av og á um at standa á heilagari grund. Hjá kristnum fólki verður mangan tikið til Heilagu Grøvina, sum søgd verður at liggja inni í sonevndu Gravkirkjuni í Jerusalem, og sum mong rokna sum mest heilaga stað Kristindómsins yvirhøvur

Edvard Joensen
??????????????

Gravkirkjan í Jerusalem er eitt stórt virvar av kapellum, altarum og krusifiksum hvørt um annað, sum tann, ið ikki hevur sett seg væl inn í skipanina her, ongan livandi kjans hevur at finna útav.
Umframt øll kapellini fyri tær ymsu hendingarnar og ymsu trúargreinarnar, eru eisini fimm tær seinastu støðirnar frá pínslusøguni inni í kirkjuni. Har Jesus varð úrlatin. Negldur á krossin. Deyður á krossinum. Niðurtikin. Og at enda jarðaður.
Her finnur tú fyrst og fremst klettin, sum sagdur verður at vera sjálvt Golgata, har krossurin varð reistur. Tú finnur steinin, har sagt verður, at lík Jesusar varð lagt á, eftir at hann varð tikin niður av krossinum. Tú finnur eitt kapel, Einglakapellið, sum gjørt er framman fyri staðið, har grøvin verður søgd at hava verið. Gjøgnum hetta kapellið kemur tú inn í tað knappar tveir metra langa gravkamarið, har størsta hending í søguni yvirhøvur fór fram. Nevniliga uppreisinin eftir deyðan á krossinum.
Hurlivasi
Longu uttan fyri kirkjuna fæst ein ábending um, at tað, ið lisið er um kirkjuna og søgu hennara, kanska ikki er heilt av leið. Hetta við hurlivasanum inni í kirkjuni, sum staðin er upp av øllum hesum ymsu meiningunum, sum siga seg vera tað ráðandi innan kristindómin.
Ein rúgva av samanbygdum múrum og vinklum, sum bendir á, at her eru fleiri kirkjur samanbygdar heldur enn ein, sum vit annars kenna tað aðrastðani frá. Her er í hvussu er eingin fríttstandandi kirkjubygningur, sum tú kanst vísa á separat.
At munkar, prestar og klerkar her ikki altíð hava verið so samdir og hava tikið boð meistarans so bókstaviliga, vitnar ein stigi, sum stendur upp at einum vindeyga í erva, um.
Einaferð, teir »frommu« munkarnir við kirkjuna vórðu vorðnir ósamdir um eitthvørt, varð orrusta so hørð, at teir, sum hildu til á loftinum, máttu flýggja og fingu ikki tíð at taka stigan , teir rýmdu úr erva ígjøgnum, við sær. ? Hann varð standandi og hevur nú staðið í øldir, greiðir ferðaleiðarin frá. Hann hevur fingið ein ávísan status nú og má undir ongum umstøðum takast burtur. Men eg eri ikki heilt vísur í, um tað er tað originali stigin, sum í dag stendur har, ella hann er umvældur nakrar ferðir, heldur hann og hevur líkasum hug at smílast eitt sindur burtur øðrumegin.
Men tað er ikki bara í gomlum døgum, at ófriður hevur valdað her. Eisini í dag verður hædd tikin fyri hesum fyribrigdi, hóast tað ikki er at seta stigar upp til munkarnar at rýma eftir, uttan at seta bumbuspannir uttan fyri kirkjudyrnar. Ein rund, gul kúla, sum lok er skrúvað fast á. Har skal bumban koyrast í, um tú finnur eina slíka, og hon ikki brestur, áðrenn tú ert sloppin av við hana.
Hendir tað, at hon brestur, kann tað helst gera tað sama við einum slíkum skýli.
Heimsins nalvi
Okkurt av trúarsamfeløgunum, sum her heldur til, nevnir staðið heimsins nalva.
Her nakað ovarlaga í kirkjuni, sum hevur nógvar trappur og balkongir í ymsum forskjótingum, er glasmontra við holi í, har tú kanst stinga hondina ígjøgnum og nerta við »Klettin«. Hendan rætta klettin ovast á Golgata, har krossur Jesu verður sagdur at hava staðið.
Eg hugsi, meðan hondin strýkur eftir hesum blanka grótinum, at ivaleyst hava so nógvar hendur kínt hesum kletti, at hann man hava verið hægri enn so einaferð.
Her eru eldri konur, sum liggja á knæ í einum kapelli vinstrumegin klettin. Eg geri mær ikki ómak at kanna, hvørja trúargrein hetta kapel hoyrir til. Men eg kann hugsa mær, at tað er ein av teimum ortodoksu eftir øllum tí, ið undan loftinum hongur.
Tað er ikki smávegis, her er hongt upp. Bæði dýrar gávur frá keisarum og kongum, og meira ella minni skrambul, fyri at siga akkurát, sum tað er. Eg síggi einki petti heilagt í hesum draslinum, sum eitt nú Arne Falk Rønne einastaðni samanber við »tarveligt glimmer fra fjorårets juletræ«. Beinraknari kann tað ikki sigast.
Høgrumegin liggur ein nunna fram eftir grúgvu við báðum ørmum strektum út frá sær. Myndar heilt týðuligt ein kross. Rætta staðið at gera tað, hugsi eg.
Og her standi eg so á sjálvum Golgata og kenni einki petti til nakra halga kenslu, eg annars hevði ímyndað mær, at eg fór at gera. Meira sum at standa aftan fyri ein sjónleikarapall millum tvær aktir og bíða eftir, hvat fer at henda næstu ferð, tjaldið verður drigið frá. Nógv nærri kenni eg Várharra, á gongd á fjøllunum har heima. Hetta hóvastákið er bara ov mikið av tí góða.
Golgata
Hvussu sannlíkt er tað so, at hetta veruliga er tað Golgata, vit lesa um í evangeliunum?
Fyri tann trúgvandi er ikki nøkur grund til iva um, at hetta er »staðið«. Men hvussu stendur so til við tí søguliga?
Frá evangeliunum vita vit, at Jesus varð krossfestur á staði nær býnum, tó uttan fyri býarmúrin í Jerusalem, sum nevnt varð Golgata.
Ikki man tað hava verið so ógvuliga langt frá býnum, tí lesast kann, at fólk gingu framvið og spottaðu hann, meðan hann hekk á krossinum. Tað tykist mestum, at tey »promeneraðu« ella, sum vit høvdu sagt í Føroyum í øðrum samanhangi, at tey fóru »keitúr«.
Tað bendir á, at tað ikki var langt frá býnum til avrættingarstaðið. Onkur sigur seg hava talt fetini frá Antoniaborgini, haðani Pilatus sendi Jesus til krossfestingina, og út á staðið, sum í dag verður víst á at vera Golgata. Tey fetini skulu vera 1.120 í tali.
Sannlíkið fyri, at hetta veruliga er staðurin, er avgjørt til staðar, hóast einki er eftir av tí býnum, har hesar í evangeliunum umrøddu hendingar fóru fram.
Tá Titus í árinum 70 eftir okkara tíðarrokning tók Jerusalem, var eldur settur á templið og nógvar aðrar bygningar. Og eini 60 ár seinni var aftur galið við einum uppreistri, sum varð niðurbardur. Staðurin varð snøgt sagt ruddaður.
Upp aftur ganga eini 60 ár. Og nú fer keisarin Hadrian at byggja sær ein nýggjan bý á toftunum á gamla Jerusalem.
Á einum heyggi, sum lá stutt uttan fyri býarmúrin á Heródesar Jerusalem, lat hann bygja eitt stór tempul fyri gudinnuni Venus. Talan kann bert hava verið um Golgata heyggin, halda søgufrøðingar. Og her var tað so, at Helena, móðir Konstantins keisara, fann ta holuna í klettinum, sum søgd verður at vera Jesu grøv.
Ein samtíðar høvundur, Eusebius, sigur frá, at Helena eisini fann krossin í einum øðrum helli tætt við. Og her varð so tann fyrsta kirkjan bygd.
Seinni hava so útgrevstar bent á, at talan við stórum sannlíki er um tað rætta Golgata.
Fornfrøðingar hava grivið út múr Nehemiasar og funnið fram til, hvussu og hvar hann hevur ligið. Um hesin var múrurin, ið var kring Jerusalem í rómverjatíðini, er vísindaliga prógvið fyri nágreiniligu støðu Golgata eisini ávíst.
Men heilt víst kunnu vit ikki prógva tað, hóast tað er rættiliga sannlíkt, at staðið, vit nú standa yvir, og sum goymt er undir eini tjúkkari glasplátu við holi í, er tann kletturin, sum krossurin varð reistur á.
Men vit velja at trúgva, at hetta er »staðið«