Grease í føroyskari útgávu

Í 70-árunum herjaði sangleikurin Grease um nærum allan heimin, við John Travolta og Oliviu Newton-John í høvuðsleiklutunum sum Danny og Sandy. Í summar verður hann framførdur í Føroyum av ungdómsbólkinum í Havnar Sjónleikarafelag

Føroyingar fáa skjótt høvi at síggja Grease í føroyskari uppseting. Tað er ungdómsbólkurin í Havnar Sjónleikarskúla, sum er farin í holt við at venja føroysku útgávuna av sangleikinum saman við tónleikabólkinum Paradox. Leikstjóri og lærari er Hedvig Westerlund-Kapnas, og hon fær hjálp frá framleiðaranum Sóley Danielsen.
Í 70-árunum herjaði sangleikurin Grease um nærum allan heimin, við John Travolta og Oliviu Newton-John í høvuðsleiklutunum sum Danny og Sandy. Søgan fer fram í 50-árunum og snýr seg um trupulleikar, sum ung hava, um hvussu tey stuttleika sær og sjálvandi um kærleika.
Sangirnir og dansirnir gjørdust so vælumtóktir, at nógv ung fólk lærdu seg stevini, og framførdu dansirnar í felag, tá ið løgini frá Grease ljómaðu á dansistøðunum. Sangirnir frá Grease eru framvegis nógv at hoyra, og mangir skúlar og sjónleikarhús hava framført leikin. Í summar verður leikurin framførdur í fleiri leikhúsum í Danmark við Sofie Lassen-Kalkhe í høvuðsleiklutin sum Sandy, og Tomas Ambt Kofod sum Danny.
Og fyrstu tvær vikurnar í apríl, verður so leikurin framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Meira verður at frætta um leikin á www.kontoin.fo.
Har verður onkur kapping, og møguleiki verður eisini at keypa atgongumerki til sangleikin. Føroya Banki stuðlar sangleikinum.