Karnivalurin sum hevur kenda musicalin, sum tema byrjar í kvøld klokkan 19 Triðja árið á rað verður karnivalur í samband við Eystanstevnuna.
Eystanstevnunevndin sum skipar fyri karnivalinum hevur valt kenda filmsmusicalin frá 1978 ?Grease? sum tema. Handlingin í Grease fer fram í 1950-árunum.
Karnevalsskrúðgongan fer úr Glyvra skúla klokkan 19 í kvøld. Fólk í karnevalsskrúðgonguni verða ílætin 1950-ara klædnasnið, hársniðið verður eisini í 1950-ara stíli. Veteranbilar og motorsúkklur frá hesum tíðarskeiðnum verða eisini við í karnevalsskrúðgonguni.
Týdningarmikið er, at øll tey sum skulu verða við í karnevalsskrúðgonguni møta í góðari tíð í Glyvra skúla.
Fólk sum eiga klædnabúnar frá 1950-árunum, ella tað sum kann koma undir ?Grease-klæðir?, eru sambært fyrireikarunum vælkomin uppí karnevalsskrúðgonguna.