Nývaldi 44. amerikanski forsetin, Barack Obama, hevur longu endurgivið 16. amerikanska forsetan, Abraham Lincoln, í røðum. Lincoln verður mettur sum ein av teimum størstu og mest týðandi forsetum í søgu USA. Ein annar fyrrverandi forseti, hin 42. Og føroyavinurin Bill Clinton, refereraði tíðum til 3. amerikanska forsetan, Thomas Jefferson.
Thomas Jefferson (1801-1809), var amerikanskur sendimaður í Fraklandi í rokárunum 1785-1789 beint undan fronsku kollveltingina. Árini í Fraklandi ferðaðist hann víða í Evropa og fekk stóran áhuga og alsk til vín. Afturkomin til garðin, Monticello í Virginia, hevði hann bæði vínfløskur og vínstokkar við sær frá ferðum á evropeiskum víngørðum. Alt lívið royndi hann at eksperimentera við at dyrka vín á Monticello og sigst Thomas Jefferson vera faðirin at amerikansku víndyrkingina. Viðurkendur er Jefferson eisini fyri arbeiðið at skilja sundur statin og kirkjuna, ivaleyst við íblástri frá sveisisk/franska samtíðar-heimspekinginum, Rousseau. Og ikki minst var Jefferson ein stovnsetarunum av U.S.A., eitt nú at skriva Frælsisyvirlýsingina.
Um søgan um amerikanskt vín røkkur rættiliga langt aftur, so er amerikanskt vín á evropeiska marknaðinum, ein nýggj søga. Alt byrjaði við einari blindsmakking-kapping í mai 1976. Tað var bretski vín-handilsmaðurin, Steven Spurrier, ið skipaði fyri. Tað besta av fronskum víni móti tí besta av amerikanskum víni. Stórur var skelkurin, tá ið amerikanska vínið í hesu blindsmakking hølvaði fínu fronsku vínsløgini av. Tað er ongantíð gloymt og hevur verið endurtikið fleiri ferðir síðani.
So fólk fingu knappliga eyguni upp fyri amerikanskum víni og ein útflutningur byrjaði. Í fyrstani fekst tú amerikanskt vín fyri lítlan pening, men í dag eru fínastu Kaliforniu-vínsløgini kult og fara fyri væl hægri prís enn tey fínu fronsku úr Bordeaux.
Soleiðis er eisini í dag við sløgini úr Rúsuni. Øll eru uppum hundraðkrónuseðilin.
Í stuttum kann amerikanskt ella kaliforniskt vín sigast at vera rættiliga stórlætið og ekspressivt. Stundum á nakran einfaldan, men viðhvørt bragdar sum t.d. við Mondavi í dag.
Men amerikanskt vín er ikki bara úr Kalifornia. Statir sum Oregon og Washington taka seg nógv fram í hesum árum og tað frættist at nógvar nýggjar stjørnur fara at koma higani. Sjálvur havi eg gott eyga á Pinot Noir úr Oregon og Merlot úr Washington State.
Heiti: Clay Station, California, Viognier 2006
Uppruni: Turt hvítvín úr USA
Ummæli: Glógvandi korngulur litur. Sera kraftmikil og aromatiskur angi við brá av blómum, appilsinum og tropiskari frukt. Smakkurin hevur stóra fyllu og er samansettur við tónum av fersku, abrikos, mango og so okkurt gumibommkent (jaligt), ið er eyðkent við Viognier-drúvuni. Kennist tjúkt og oljut í gómanum. Sýran er mjúk sum so oftani í Viognier. Eitt kraftmikið hvítvín við góðum vibratiónum. Hóskar til sterkt kryddaðar fiskarættir, eitt nú við íblástri úr kreolska køkinum á Louisiana-leiðina.
Kostnaður: Kr. 105,50
Skoðsmál: 5 stjørnur *****
Heiti: McManis, California, Syrah 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Skríggjandi violettur litur. Dámligur roykur av blommu, hindber og kaffi frá fatlagringini. Rættiliga lekkur, kryddaður og samansettur smakkur av blommu, hindberum, fleski, pipari og við góðum lakres-broddi. Ein súltutoyskendur tóni er væl spældur saman við revsandi beiskleikan. Góð javnvág. Framúr til Hawaii-rivjasteikina hjá Keld Johnsen. Fýra stórar.
Kostnaður: Kr. 112,50
Skoðsmál: 4 stjørnur ****
Heiti: Robert Mondavi Private Selection, California, Pinot Noir 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Djúpur granatreyður litur. Góð trúverdug nøs av Pinot Noir. Næstan elegant. Tó eisini serkend kalifornisk uppá tann góða mátan. Reyð berfrukt við løttum kryddaðum tónum. Í smakkinum er hon elegant við sunnari frukt og einum ferili av fleski. Samansett vín við einum góðum broddi av svørtum olivin og pipari. Framúr javnvág. Hetta vínið hóskar sera væl afturvið føroyskari harusteik. Skal skeinkjast svalligt.
Kostnaður: Kr. 136,00
Skoðsmál: 5 stjørnur *****
Heiti: Robert Mondavi Private Selection, California, Cabernet Sauvignon 2004
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Djúpur glógvandi rubinreyður litur. Angin er kraftmikil og elegant samanettur av myrkari berfrukt, blýantstift og sigareskju (bæði innihald og eskju). Sólber, bláber og kompleksar lakresstónar í frálíka smakkinum. Fyrstafloks kaliforniskt reyðvín! Hóskar til besta oksakjøtið.
Kostnaður: Kr. 136,00
Skoðsmál: 6 stjørnur ******