MYND: Frá vinstru: Súsan Klein Gregoriussen, lærari, Petur Bláberg, Arnfinnur í Soylu Joensen, Andrea I. Heinesen, Rigmor Dam, Landsstýriskvinna í mentamálum, Janus Norðberg, lærari og Conny Thomassen. Mynd: Ólavur Ellefsen
Bólkurin Green Growth úr Glasi, Marknagil fekk Mikrolegatið hjá Fonden for Entreprenørskab, Føroyar. Sostatt hava miðnámsskúlanæmingarnir, handan Green Growth, enn einaferð staðfest at tey arbeiða við eini verkætlan við framtíðar møguleikum. Green Growth vann FM í Ungum Virki 4. Mars í ár og fingu somuleiðis tvey heiðursmerki til DM í Keypmannahavn í apríl. Í dag hava tey fingið Mikrolegatið hjá Fonden for Entreprenørskab, Føroyar. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, helt røðu og handaði teimum legatið í Mentamálaráðnum. Les røðuna her.
Dómaranevndin segði m.a. í síni niðurstøðu at “hugskotið er gott. Tey hava víst ágrýtni, engagement og dirvið higartil. Sølupotentialið er til staðar uttanlands, og um Green Growth fær framleiðsluháttin og rávørutilgongdina tryggjaða, so er einki til hindurs fyri, at hettar kann enda sum ein burðardygg fyritøka” Í dómaranevndini sat Christian Nagata, stjóri á Sendistovuni, Magnus K. Magnussen, verkfrøðingur á SEV og Jónhild Rasmussen, Leiðari á Íverksetanarhúsið Hugskotið.
Fonden for Entreprenørskab, Føroyar ynskir at kveikja íverksetan millum tey ungu. Royndir vísa, at mikrolegat kunnu gera stóran mun í byrjunarfasuni hjá virkjum, og at møguleikin fyri at eydnast hjá ungum íverksetarum er nógv størri, tá tey hava eitt mikrolegat at hjálpa sær í gongd.
Ein norðurlendsk oyggjaverkætlan
Mikrolegatið á 25.000 kr. verður í fyrstu syftu givið sum liður í einari norðurlendskari oyggjaverkætlan, ið Fonden for Entreprenørskab, Føroyar samstarvar við. Verkætlanin Nordic Entrepreneurship Islands er ein 1- ára verkætlan, ið setur sjóneyka á entreprenørskap í útbúgvingarskipanini á 8 útvaldum oyggjum í Norðurlondum. Aðalmálið er at økja talið av nýggjum virkjum í Føroyum, men somuleiðis verður kannað, hvussu stór útbreiðslan av entreprenørskapi og innovatión er í undirvísingini á miðnámi og hægri útbúgvingum í Føroyum. Les meira um Nordic Entrepreneurship Islands her