Gregersen heldur fram í Víkingi

Bergur Gregersen hevur longt við Víkingi við tveimum árum. Tað boðar felagið frá.

Bergur Gregersen hevur longt við Víkingi við tveimum árum. Tað boðar felagið frá.

 

- Bergur, sum er 28 ára gamal, er norðragøtumaður. Hann er ein hartarbeiðandi spælari, og hevur fyri tað mesta spælt á vinstra bakki. Við sínum 88 dystum í Betri deildini, er Bergur ein av okkara royndu spælarum, og vit gleðast um, at hann heldur fram í Sarpugerði, skrivar Víkingur.

 

Víkingur hevur lagt afturat hópinum við Poul Kallsberg, men annars er hópurin áleið tann sami sum í fjør higartil.