Greiða frá søguni hjá Betesda umborð

Aftur í ár verður skipað fyri Bíbliu- og tónleikatúri við Norrønu.

Á Bíbliu- og tónleikatúrinum í ár fer Eyðun Elttør millum annað at tosa um søguna hjá Betesda og Klaksvík, og M. C. Restorff og Oasubrøður fara at syngja og spæla.

 

Fyri áttandu ferð verður skipað fyri bíbliu- og tónleikatúri við Norrønu. Tað eru Poul Jóhan Djurhuus og Martin Dam Joensen, sum skipa fyri túrinum.

 

Fyrstu árini gekk leiðin til Íslands, har ímillum Ástjørn, men seinnu árini hevur talan verið um eina mini-cruise til Hirtshals.

 

- Fyrstu tvey árini fóru vit til Íslands og svóvu eina nátt í landi, áðrenn leiðin gekk aftur til Føroya. Nú liggur Norrøna bert hálvan triðja tíma  í Hirsthals, so tíð er ikki til tað heilt stóra, sigur Poul Jóhan Djurhuus. Tey flestu fara tó ein túr á hugnaligu handilsgøtuna í Hirtshals ella vitja á føroyska samkomuhúsið Malta.

- Vit skipa fyri ókeypis bussi millum Norrønu og gongugøtuna, meðan vit liggja í Hirsthals. Norrøna leggur at við uttari kai, so tað er ov langt hjá fólki at ganga, sigur hann.

 

Sangurin fyllir sum vera man nógv á eini slíkari ferð, og í ár verður einki undantak. M. C. Restorff, Jóannes S. Hansen, Hallgrím Miðberg og Oasubrøður fara at syngja og stuðla undir felagssangin.

- Sangløturnar eru meiri ella minni almennar og eru sera væl umtóktar. Ofta taka onnur ferðandi eisini lut í teimum, sigur hann.

 

Bíbliutímarnir eru tó fyri luttakarar á ferðini. Teir fara Billy Hansen, Símun Pætur á Torkilsheyggi og Eyðun Elttør at hava.

- Eyðun Elttør fer eisini at hava eina framløgu um samkomuna í Betesda og trúarlívið í Klaksvík, í samband við at samkoman fylti 100 í fjør. Í fjør hevði Óli Jacobsen ein áhugaverdan fyrilestur um Dollan, og vit hava góðar vónir til framløguna hjá Eyðuni eisini, sigur Poul Jóhan Djurhuus.

 

Poul Jóhan Djurhuus sigur, at undirtøkan hevur verið sera góð hesi átta árini.

- Í fjør vóru vit um 100 luttakarar, men flestu árini hava vit ligið um tey 70, sigur hann. Hann gleðist um vælvildina, sum Smyril Line hevur víst teimum øll árini.

- Øll árini hava tey givið okkum ein sera góðan prís, og soleiðis er aftur í ár. Harumframt taka tey sær av øllum tí praktiska við tilmelding og umborð.

 

Áhugað kunnu venda sær til Poul Jóhan Djurhuus ella teknað seg til túrin hjá Smyril Line. Túrurin verður frá 19. til 22. august.