Greiðar reglur fyri bátarnar

Róðrasambandið hevði aðalfund um vikuskiftið, og mest umrødda evnið var longdin á róðrabátunum

 

Aðalfundur


Seinastu tvey-trý kappingarárini hevur tosið gingið aftur og fram um, hvørt nógvu nýggju kappróðrarbátarnir vóru í tráð við tær reglur, sum hava verið galdandi á økinum í fleiri ár.

Serliga í kappingini hjá 10-mannaførum hevur hetta elvt til kegl, tá fyrst Eysturoyingur, og síðani Vestmenningur vístu seg at ganga nógv betri enn hinir bátarnir. Tað vísti seg eisini, at báðir vóru oman fyri tað, sum stendur í reglunum, men uppmátingar hjá bátasmiðjum høvdu hinvegin víst, at tað vóru teir nú ikki einsamallir um, so RSF hevði sera trupult við at gera nakað ítøkjuligt við málið, tá róðraárið byrjaði.


Fastar reglur

Hetta árið hevur so verið arbeitt við at seta greiðar reglur á økinum, og úrslitið av hesum arbeiði varð lagt fyri aðalfundin um vikuskiftið. Aðalfundurin samtykti eisini uppskotið, sum millum annað inniber, at nýggi vestmenningurin skal styttast tríggjar tummar, og eftir fundin spurdu vit formannin í RSF, Johannes Joensen, hvørjar broytingarnar eru, sum nú eru gjørdar í reglunum.

- Talan er sum so ikki um tær øgiligu broytingarnar. RSF hevur í fleiri ár hava reglur fyri, hvussu mátini á kappróðrarbátum skulu vera, men eftirlitið við hesum hevur tó ikki verið so neyvt.

- Vit komu av fyrstan tíð eftir hesum, tá Sámal Joensen fór undir at byggja kappróðrarbátar. Áðrenn hann fór í gongd, royndi at máta, hvussu fleiri av gomlu bátunum vórðu bygdir, og tá kom hann eftir, at fleiri av teimum als ikki hildu mát. Taka vit 10-mannafør, so er tað mest umrødda mátið her, tað mátið, sum vísur á, hvussu langur báturin er í vatninum. Hetta verður tikið í vatnrættari linju 12 tummar yvir kjølinum, og sambært gomlu reglunum var hetta 12 alin og 2 tummar.

- Sámal var tó komin eftir, at flestu bátarnir lógu um 12 alin og 4 tummar, og skuldi hann hildið upprunamálið, hevði tað so avgjørt ikki verið nakar fyrimunur fyri nýggju bátarnar. Tað, sum so hendi við Vestmenninginum var, at bátasmiðjurin tá hevði mistikið seg, og helt hann, at mátið tá 12 alin og 9 tummar. Báturin sjálvur er tí 12 alin og sjey.

- Vit hava so í felag við bátasmiðjirnar gjørt eitt uppskot um, hvussu nýggju reglurnar skulu verða, og tá flestu bátarnir eru 12 alin og 4 tummar, er hetta sett sum hægst loyvda mát. Tí er tað, at Vestmenningur nú skal styttast, sigur formaðurin í RSF.


Smærri broytingar

Annars verða smærri broytingar settar í verk í flestu bátastøddunum. Millum annað greiðir Johannes frá, at minstamat fyri breidd av bátinum nú verður hækkað.

- Her er so ikki hent tað, at nakar hevur bygt ov smalan bát, men bátasmiðjirnir vóru á einum máli um, at tað kundi verða vandamikið at hava mátið so langt niðri, sum tað var áðrenn broytingina. Hetta innibar nevnliga vanda fyri, at bátarnir vórðu gjørdir ov smalir, soleiðis at teir ikki bera nóg nógv, og tí kundi vandi staðist av, um onkur óroyndur bátabyggjari fór undir at smíðja nýggjan bát, og gjørdi hendan beint eftir minstukrøvunum.