Greiðar útmeldingar

Súni Olsen skal á miðvøllin. Ungu útisetarnir í Onglandi skulu slúsast inn í hópin. Og uppspæl og gjøgnumbrot skulu hava hægri raðfesting, er millum annað tað, sum Jógvan Martin Olsen fer at leggja dent á

Landsliðsvenjari

Spenningurin var kanska farin úr ballónini undan tíðindafundinum, skilt á tann hátt, at navnið á venjarunum var komið út. Men fyri tað var tað ein rættiliga errin Jógvan Martin Olsen, sum kundi seta undirskriftina á sáttmálan. Ein sáttmáli, sum í tvey ár ger hann til høvuðsvenjara hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, eins og hann er maðurin, sum kemur at standa við ítróttarligu ábyrgdini av U-landsliðsarbeiðinum og verður knýttur at føroysku venjaraútbúgvingini.

Greiður boðskapur
Og tá tosað varð um arbeiðssetningin, sum nýggi venjarin hevur sett sær, var talan um ein óvanliga greiðan boðskap.
- Fyrst og fremst, so má eg siga, at eg eri errin vegna samlaðu føroysku venjararnar, nú FSF hevur valt eina føroyska loysn til fótbóltslandsliðið. Og persónliga eri eg eisini fegin og errin, legði hann fyri.
Og kanska fyri at fara beint í krovið á kritakarum sínum, so staðfesti venjarin alt fyri eitt, at hann helt seg hava møguleikar at tilføra liðnum nakað nýtt, eins og hann alt fyri eitt staðfesti, at tað var hansara ynski, at John Petersen varð knýttur at landsliðnum,.
- Eg havi arbeitt saman við John í nógv ár. Eg var sjálvur á Skála eftir honum í 1993, fyri at fáa hann inn á Toftir at spæla í fyrstu deild, og gjøgnum árini hava vit havt eitt hampuliga tætt samband. Hartil haldi eg, at hann hevur nakrar framúr góðar menninskjansligar eginleikar, eins og hann hevur eitt sera gott eyga fyri spælinum. Og hetta er nakað, sum vit vónandi kunnu fáa gleði av, ljóðaði skoðsmálið til nýggja hjálparvenjaran.

Broytingarnar
Tá tosið síðani snúi seg um nýggja høvuðsvenjaran, tóktist Jógvan Martin eisini vera rættiliga greiður um, hvørjar broytingar hann fyrst og fremst fer at leggja seg eftir.
- Við tað, at talan nú er um ein føroyskan venjara, er væl ikki annað enn náttúrligt, at eg komi at hava eitt tættari samband við venjararnar í ymsu feløgunum. Tað skuldi givið okkum størri møguleikar fyri at fylgja venjingini og menningini av einstøku spælarunum betri.
- Hartil er so eisini ætlanin, at vit skulu fáa eitt sonevnt analysu-program, sum kann gerast eitt amboð í eftirmetingum okkara.
Og eisini viðvíkjandi spælihátti og spælaratilfari er líkt til, at broytingar verða nevndar. Hetta var nevnliga eisini millum tað, sum Jógvan Martin førdi fram á tíðindafundinum. Eisini hóast hann legði dent á, at hetta heilt avgjørt verður gjørt sum framhand av tí arbeiði, sum er gjørt seinnu árini. Millum broytingarnar, sum itøkiliga vórðu nevndar á tíðindafundinum, kunnu nevnast: At Súni Olsen verður fluttur á miðvøllin, og at nýggjur vinstri bakkur tí skal finnast. At Johan Troest Davidsen og Christian Restorff Mouritsen verða slúsaðir inn í landsliðshópin. At servenjingar í størri mun verða partur av landsliðsvenjingunum. Og at gjøgnumbrots- og umstillingsspælið hjá føroyska liðnum skal betrast.
Talan var í øllum førum um stór orð, sum vónandi eisini verða framd í verki. Um tað fer at eydnast, er so ein spurningur, sum tað enn ikki ber til at svara. Men tað hava nýggju venjararnir tey bæði komandi árini til at prógva.