Ógreið fólkaatkvøða

Alt ov nógvir ógreiðir spurningar. Tað siga flestu borgarstjórarnir í Eysturoynni og Streymoynni og teir siga tí nei til samanlegging

Hósdagin verður vegleiðandi fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging, og líkt er til, at stórur meirluti verður ímóti at leggja kommunur saman.
- Boðskapurin hjá landsstýrinum er alt, alt ov ógreiður. Tosað verður um at leggja øki út til kommunurnar, men einki er lagt fast um fíggjarliga partin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hann hevur á fundum við landsstýrið sett fram fleiri spurningar, men einki svar hevur hann fingið.
Landsstýrið ætlar at leggja eldraøkið út til kommunurnar um tvey ár, men hetta er ikki samtykt í løgtinginum enn.
- Eg eri sera ivasamur og kann ikki atkvøða fyri, so leingi vit einki vita. Tað grundleggjandi arbeiðið vantar. Tað ber ikki til í óðum verkum at leggja kommunur saman, sigur Heðin Mortensen, sum mælir landsstýrinum til at blanda kortini eina ferð enn.
- Eg fari at atkvøða ímóti, sigur Heðin Mortensen.
Sama tilmæli er komið frá varaborgarstjóranum Jógvani Arge.
Ein borgarafundur í Vestmanna í seinastu viku segði nei til samanlegging.

Eingin svarar
Í Kvívík var fólkaatkvøða fyri einum ári síðan. Har var meirluti fyri at søkja um samanlegging við Tórshavnar kommunu, og Kvívík sendi Tórshavnar kommunu umsóknina. Einki svar er komið, tí Tórshavnar kommuna bíðar eftir svari úr landsstýrinum.
Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík er meira og meira sannførdur um, at tað er galið at leggja saman, so leingi eingin veit, hvat verður lagt út til kommunurnar, og hvør peningur fylgir við.
- Um tað var samtykt í løgtinginum fyrst, var støðan ein onnur. Forarbeiðið er ikki nóg væl gjørt, sigur borgarstjórin í Kvívík.

Fleiri nei
Eysturkommuna hevur somuleiðis boðað greitt frá, at mælt verður frá at atkvøða fyri samanleggingini. Grundgevingin er tann sama: Alt er so ógreitt.
- So hevði verið meir spennandi at lagt saman við Fuglafjarðar kommunu, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Men kommunustýrið í Fuglafirði vil ikki hoyra um samanlegging.
- Eg eri ikki fyri nakrari samanlegging, tí tað gongur væl sum er. Vit hava eitt frálíka gott samstarv í allari oynni um eldraøkið, so eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at leggja saman, sigur Sigrud Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði.
- - Eg vænti, at eg fari at siga nei, tí tað er alt ov ógreitt, hvat landsstýrið ætlar, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu.
Artur Johannesen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu er ivasamur.
Hann dugir ikki a síggja, hvat fólkaatkvøðan skal brúkast til. Landsstýrið hevur sagt, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni er bara vegleiðandi, og tá ið bæði Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava sagt greitt, at tær eru ímóti samanlegging, kann alt gera tað sama.
Runavík heldur nógvar royndir í at leggja saman við øðrum kommunum, men kommunustýrið hevur einki tilmæli til borgarar sínar, hvussu atkvøðast skal.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri er sjálvur fyri at atkvøða fyri at leggja alla Eysturoynna saman í eina kommunu, men hann hevur ta fatan, at borgararnir eru nógv heitari fyri at leggja Skálafjørðin saman í eina kommunu.
- Annars haldi eg, at spurningin um samanlegging ikki er eitt mál, sum fólk her ganga høgt uppi, sigur Magnus Rasmussen.
Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunur arbeiddu sjálvar fram ímóti samanlegging. Tær settu ein samstarvsbólk at útgreina ymisk viðurskifti, men arbeiðið steðgaði, tá ið landsstýrið tók málið fram.