##med2##
Tað gekk illa hjá Føroyum í liðkappingini í Tennis fyrrapartin.
Pætur M. Dahl og Jón Brekku taptu báðir greitt ímóti mótstøðumonnunum úr Gotlandi.
Pætur M. Dahl tapti 0-2 móti Filip Devallius við settmuninum 0-6 og 0-6.
Jón Brekku tapti eisini 0-2 móti Daniel Engstrøm. Har var settmunurin 0-6 og 1-6. Av tí, at báðir føroyingarnir taptu einmansleikin var ikki neyðugt at spæla ein dyst í tvímansleiki.
Føroyar eru tí úti av liðkappingini, men enn eru dystir í einmansleiki og tvímansleiki eftir at spæla.
Jón Brekku staðfestir, at hann og Pætur M. Dahl taptu báðir greitt, men hann iðrar seg um, at hann og Pætur gjørdu so nógv mistøk. Við betri avriki høvdu teir, ið hvussu er tapt heiðurligari.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðu sum FM1 hevur gjørt við Jón Brekku.
Samrøðan við Jón Brekku snýr seg eisini um, at oyggjaleikirnir í ár høvdu kunnað verið í Føroyum um vit høvdu fokuserað á at gjørt eina tennishøll við fýra tennisvallum. Jón undirstrikar tó, at hann vónar, at tá oyggjaleikirnir aftur verða í Føroyum, tá verður tað við bæði einari tennishøll og einum golfvølli.
##med3##