Spurningurin um upprunan til alt tað sum er, og hvussu allar livandi verur eru íkomnar, er ikki nýggjur. Granskingin um upprunan til alt livandi rørir við kjarnuspurningar í gudfrøði og heimsspeki. Svarið til spurningin um upprunan til lívið ávirkar heimsáskoðan og menniskjafatan. Avleiðingarnar av hesum ávirka sjálvsuppfatan og áskoðan á menniskju. Tí er tað av størsta týdningi, at ymiskar áskoðanir verða hoyrdar, og at vísindalig úrslit verða løgd fram uttan at tey frammanundan hava verið gjøgnum eitt sáld, sum bert loyvir einari ávísari heims- og lívsáskoðan.
Einstáttað hugsunarástøði virka darvandi fyri útbúgving og menningini av einum sjálvstøðugum og grundandi hugsunarlívi.
Eitt kjak um ymsar týdningar og áskoðanir víðkar hugsunarsjónarringin og ríkar um hugsunarlívið. Tann, sum spyr um upprunan til alheimin, lívið og menniskjað, hevur ymsar møguleikar av velja ímillum: Øll svarini til hesar spurningar eru kjølfestir í heimsáskoðan og trúarsetningum.
Høvundarnir at greinarøðini ynskja at seta fram teirra áskoðan um upprunaspurningar. Teirra útgangsstøði er, at ein vitandi máttur stendur aftanfyri og er upprunin til tað, sum er. At umframt fysiska heimin, finst ein metafysiskur veruleiki. Vit síggja ikki Gud, líka lítið sum vit síggja elektronir, men bæði opna upp fyri víðu víddum veruleikans.