Ógreitt við ráðharrasamráðingunum

Ætlanin var, at danskir ráðharrar og føroyskir landsstýrismenn skuldu hittast til samráðingar um fullveldismálið undan formellu samráðingunum 26. okotber, men enn eingin fundur avtalaður

 

Enn er eingin dagur settur av til ávegis nakran ávegis samráðingarfund millum danskar ráðharrar og føroyskar landsstýrismenn undan fullveldissamráðingunum 26. november.

Løgmaður og danski forsætisráðharrin hava avtalað, at danski búskaparmálaráðharrin, Marianne Jelved, og føroyski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, skulu hittast at samráðast um gjadoyrasamstarv, somuleiðis sum danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, og føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum, Høgni Hoydal, skulu hittast at samráðast um umsitingarligt samstarv og borgararættindi.

Men hóast tað nú bert eru góðar tvær vikur eftir til fjóðra umfar í fullveldissamráðingunum, er eingin fundur avtalaður.

Harafturat skilt á løgmanni, at roknast kann við, at fundurin millum Marianne Jelved og Karsten Hansen um gjaldoyrasamstarv verður av ongum.


Fólkatkvøðan kom í vegin

Danska fólkaatkvøðan um evruna hevur seinastu mánaðirnar tikið nógva tíð og orku frá donskum politikarum. Av somu orsøk hevur danska stjórnin ikki havt stundir at hugsa um ríkisrættarligu samráðingarnar við føroyingar.

Tí var ynskið frá donsku stjórnini, at fjóðra umfar av samráðingunum ikki skuldi haldast fyrr enn aftan á donsku fólkaatkvøðuna. Og fyri at gera sjálvan samráðingarfundin lættari, skjeyt danski forsætisráðharrin upp, at ávegis samráðingar skuldu haldast millum danskar ráðharrar og føroyskar landsstýrismenn.

Hesar samráðingar helt danski forsætisráðharrin vera umráðandi at hava sum skjótast eftir donsku fólkaatkvøðuna, men hóast tað hósdagin eru tvær vikur síðani evruvalið, eru eingin er eingin fundur avtalaður.

Tað einasta, sum er komið fram, er, at tað er óvist, um nakar fundur verður millum Marianne Jelved og Karsten Hansen. Orsøkina til hetta heldur Anfinn Kallsberg, løgmaður, vera, at úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni gjørdist eitt nei til evruna.

? Tá danir varðveita krónuna sum danskt gjaldoyra, og vit framvegin ynskja at vera í gjaldoyrasamstarvi við Danmark, er ikki so nógv, sum skal avgreiðast millum partarnar innan gjaldoyrasamstarvið, sigur Anfinn Kallsberg.


Fundurin ikki útsettur

Hóast tað nú er farið at tátta í við tíð til fjóðra umfar í fullveldissamráðingunum og ongar ávegis samráðingar enn eru settar á dagsskránna, roknar løgmaður ikki við, at samráðingarfundurin 26. november verður útsettur.

Landsstýrið arbeiðir áhaldandi við fyrireikingunum til fundin, sum skal hann vera til ásetta tíð, og landsstýrið er komið so mikið áleiðis, at ein skabelón til eitt samráðingarupplegg er liðug.

Løgnaður ásannar, at alt er ógvuliga óvist við ætlaðu ávegis samráðingunum, men tað skilst á honum, at hann hevur tosað við danska forsætisráðharran um hetta, og at ein loysn er á veg..