- Í nógv ár var fastur táttur at vera á nýggjársveitslu í Betesda, men tað er ikki longur. So, í kvøld fari eg at halda nýggjár hjá systir míni, Tóru. Tey hava ógvuliga gott útsýni yvir býin. Tað er ein tann vakrasta sjónin at síggja Klaksvík upplýsta av fýrverki.
Tað sigur Gunvá við Keldu, sum hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu seinastu árini.
Hon leggur aftrat, at kvøldið í kvøld serliga verður familjuhugni, og hon hevur ikki ætlað sær til nakað serligt tiltak í býnum.
- Onkur ár havi eg keypt fýrverk, men í ár havi eg einki keypt - ikki enn í øllum førum.
Gunvá sigur, at hon altíð hevur hildið, at ársskifti er nakað serstakt.
- Her seti eg út í kortið av nýggjum. Eg havi lovað mær sjálvari, at í 2013 skal eg ganga meira og eta sunnari.
Tá hon verður spurd um nýggjársynski, er Gunvá ikki fáorðað.
- Eg ynski, at tað skal gangast okkara býi væl, og at arbeiði skal verða til allar hendur í Føroyum. Eisini vildi eg ynskt, at kjakið bæði millum politikarar og onnur gjørdist meiri virðiligt - og ikki so óhølvað og grenjut, sum tað er blivið.
Og hon leggur aftrat:
- Latið okkum verða konstruktiv. Eg haldi eisini, at vit mugu duga betri at marknaðarføra okkum sum eina tjóð, ið dugir at kjakast. Tey, sum hugsa um at flyta aftur til Føroya, fylgja við á netinum, og har er brúk fyri, at vit lyfta okkum, so vit kunnu fortelja teimum, hvussu gott tað er at liva í hesum landi.
Gunvá við Keldu heldur, at tað er ov nógv av tí øvuta, og tað er selir einki land.
- Heldur førir tað til, at fólk setast aftur heldur enn flyta heim til Føroya. Tey hoyra snøgt sagt ov nógv grenj, sigur hon.