Í einum lesarabrævi í síðstu viku nam Hans P. Joensen, í Nólsoy, við hetta at klára seg væl á landi sum á sjógvi, og samanbar tað við avrikini hjá japanarum. Samstundis skoytti hann upp í, at teir eru eisini slopnir undan »grenjandi javnaðarmonnum«.
VIÐ øðrum orðum heldur hesin nólsoyingur, at stevna javnaðarmanna - og stevnan hjá arbeiðararørsluni sum heild - um størri rættvísi er »grenj«, og at hesin politikkur hevur tikið kappingarhuga og áræði frá føroyingum. Áður hava vit mangan hoyrt frá fólkafloksmonnum, at javnaðarstevnan byggir á øvundsjúku!!
MEN Hans P. Joensen hevur annaðhvørt misskilt okkurt, ella kennir hann ikki søguna nóg væl. Fakfeløgini og javnaðarflokkurin løgdu til brots við tí aðalmáli at skapa sosialt rættvísi. Í politikki merkti hetta m.a. at fáa arbeiðandi fólkini á sjógvi og landi eina inntøku, sum samstarvaði við tað arbeiðið, sum tey gjørdu.
Harafturat virkaði arbeiðararørslan fyri øðrum rættindum: løn til tíðina, trygd á arbeiðsplássum, betri undirvísingar- og skúlaviðurskiftum, fólkaeftirløn, minstuløn og so framvegis. Alt batar fyri vanliga fólkið.
MEN javnaðarpolitikkur hevur líka frá byrjan miðjað eftir at skapa betri vinnulig viðurskifti. Javnaðarmenn, sum hava sitið við leiðslu, hava skapa fyritreytir fyri, at ungir og virkisfúsir menn eru slopnir at royna seg - bæði á sjógvi og á landi. Javnaðarmenn hava sanniliga eggja monnum og kvinnum at royna seg og royna nakað nýskapandi.
KORTINI hevur javnaðarflokkurin ongatíð vilja gingið við til at seta rættindini hjá arbeiðarum, fiskimonnum og øðrum lønarbeiðarum til viks fyri onkran vinnuligan løtuvinning. Er hetta »grenj hjá javnaðarmonnum« eftir áskoðan Hans P. Joensens, so er talan um vælmeint grenj, um vit so kunnu siga.
JAVNAÐARFLOKKURIN fer um vikuskiftið at halda 70-ára ráðstevnu. Stevnan fer at umrøða floksins avrik, dagsins politikk og framtíð Føroya fólks. Men eitt skal longu staðfestast her, at eingin annar flokkur eigur so stóran lut í at uppbyggja føroyska samfelagið - úr einum tilafturskomnum samfelagi til eitt nútímans vælferðarsamfelag, har rúm er fyri øllum og har øll sleppa at virka eftir førleika - sum javnaðarflokkurin.