Gretha Joensen – ein megnar kvinna – 75 ár 16. oktober 2007

Tað er við stórari gleði og takksemi, at vit í felag taka penn í hond og ynskja Grethu Joensen hjartaliga til­­lukku við 75 ára degnum. Vit hava nógv at takka fyri, tá ið vit minnist aftur á tær mongu góðu løturnar, sum vit hava upplivað saman við tær, tey síðstu 25 árini, tú og maður tín, Levi, hava rikið Malta í Hirtshals.

Tær hava verið óteljandi góðar løtur, har Gretha hev­ur hugnað um okkum før­oyingar, ið hava siglt út frá Hirtshals. Ikki kann sigast annað enn, at Gretha ofta er komin í móður stað. Hon hevur altíð verið klár at geva okkum eina hjálpandi hond. Líkamikið um tað var bobb, fótbóltur, matur ella buksur, ið skuldu leggjast upp. Nógv góð minni eru eisini frá kolunihavanum, har nógvir føroyskir sjó­menn hava sligið gras, hent­að jarðber, rabarbur o.s.fr. Tá ið sólin bakkaði niður hevur hesin garður eisini verið deiligur at beistast í ella bara slappa av í. Eisini hevur knalertin mangan ver­ið kærkomin.

Malta, og alt tað megnar arbeiði, ið hjúnini Joensen har hava staðið fyri, hevur mangan tænt okkum før­oysk­um sjómonnum í Hirts­hals væl. Áðrenn fartele­fon­in kom, var tað lætt at fara niðan á Malta at ringja, lesa bløðini ella bara at frætta tíðindi heiman í frá. Eisini er tað eitt hugnaligt stað at møta øðrum føroyingum, og at sleppa at hoyra evan­geliið á móðurmálinum. Og aftaná møtini, er Gretha altíð klár við einum góðum kaffimunni. Slíkar løtur eru ikki lættar at gloyma.

Vegna hetta vilja vit takka tær fyri alt tað, tú hevur ver­ið fyri okkum, tey mongu góðu minnini og alt tú hev­ur gjørt fyri okkum. Enn eina ferð ynskja tær hjarta­liga tillukku á 75 ára deg­num. Harrin signi framtíð tygara.

 

Kærar heilsanir

 

Nakrir vælnøgdir føroyskir sjómenn í Hirtshals