Týsdagin 16. oktober er stórur dagur í Hirtshals, tá drottningin á Malta fyllir 75 ár.
Jógvan Isaksen, sum tíverri ikki er okkara millum longur, var góður veitslurøðari, hann plagdi at taka til nakað í skemti, men við farra av álvara, at: “Tann sum fekk sær konu úr Eysturoynni, var væl fyri”.
Er nakar sum gevur honum rætt, er tað Levi.
Nú Gretha fer um tey 75 árini, fari eg at geva hesi dygdarkvinnu nøkur fá orð á vegnum.
Hon er fødd í Fuglafirði 16. oktober 1932, dóttir Janu og Poul Nolsøe Olsen. Tey vóru átta systkin. Umframt Grethu, eru Kristian, Fía, Dinna, Marjun, Jytte, Ólavur og AnnMaria.
14 ára gomul kom Gretha inn til Klaksvíkar at tæna. Fyrsta húsplássið hon hevði, var í barnaheiminum hjá okkum. Foreldur míni fingu tokka til hesa ungu, stillføru og arbeiðssomu gentu og tóku ofta til hennara dygdir.
Tað gekk bara heilt stutt tíð, so bar saman millum Levi og hana, blaðung sum tey vóru. Tey giftust 20. november 1954 og búsettust hjá Armgaard, sum tá hevði sitið einkja eftir kenda skiparan Dáva úr Gerðum í trý ár. Gretha og Levi eiga 5 børn, Jóhan Páll, Maluna, Jónu, Rógva og Mirjam, 16 barnabørn og 7 langommu- og langabbabørn.
Arbeiðsdagurin hjá Levi kom at verða á sjónum í mong ár, og longu sum 22 ára gamal varð hann skipari á Skálanes, tá Óli beiggi hansara gjørdist sjúkur í Grønlandi.
Tað hevði við sær, sum hjá so mongum hjúnum í Føroyum, at Gretha mátti taka sær av húsi og ikki minst av uppalingini av børnunum. Levi nevndi ofta, at tað var so trygt at kunna verða burturi, og vit at heimið lá í bestu hondum.
Verkið á Malta
Tá ið hesi bæði, Gretha og Levi, samfelt settu sær fyri, at fara út í fulltíðartænastu fyri Harran, vita vit, hvussu stóran týdning tað hevur, at tey ikki bara eru samd um hetta, men at tey heilt og fult geva seg yvir til tænastuna.
Longu i 1982 fyri stívliga 25 árum síðani fór Levi til Hirtshals at kanna møguleikarnar fyri at gera andaligt arbeiði millum føroyskar sjómenn. Hann sá stóra tørvin og tók uppgávuna í álvara.
Heimafturkomin legið hann hetta fyri samkomurnar. Árið eftir vóru eini hús, sum lógu væl fyri í býnum á Vinkelvej, keypt.
Í 1984 fluttu Gretha og Levi til Hirtshals og inn hagar, ein samkoma var stovnsett, sum eisini kom at virka sum ein sjómansstova.
Hyggja vit aftur á hesi 25 árini, hevði hetta arbeiðið avgjørt ikki kunnað verið gjørt til fulnar, uttan Grethu. Vit sum kenna Levi og hava fylgt við, hvussu fyritakssamur hann altíð hevur verið, hevði hann ikki kunna fingið tað frá hondum, hann hevur, uttan at Gretha var trygga baklandið, sum bara var har, og sum hann altíð kundi rokna við undir øllum viðurskiftum.
Stillfør og eyðmjúk sum hon er, hevur hon av og á kenst sum mamma fyri fleiri av sjómonnum, hetta siga teir sjálvir, og har hava øll kent seg vælkomin.
Avmarkað er, hvat pláss er fyri í eini føðingardagsheilsan, men eg kom at hugsa um brot úr endurminningum hjá prestafrúnni Eline Boisen, sum fimm oldurommudøtrar góðu út, har m.a. Birgitte Haarder, (kona Bertel Haarder, danksa kenslumálaráð-harran) var ein teirra “Men størst er kærligheden”.
Eline Boisen vitsti, hvat ta var at fáa krevjandi vitjanir av sterkum persónsmenskum: Grundtvig, piskuppi Mynster, Kierkegaard o.ø.l. Har verður m.a. sagt: “Eline Boisen skrev ikke med udgivelse for øje; som de fleste kvinder i sin tid kunne det ikke falde hende ind at forsøge at komme i offentlighedens søgelys, et område som var forbeholdt mændene”.
Góða Gretha, við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku við 75 ára føðingardegnum og mong góð ár. Tøkk fyri tað megnarverk í Harrans trúboðanarvirki tú saman við Levi hevur útinnt, sum bert ævinleikin til fulnar kann festa ljós á.
Harrin veri við tær og øllum tínum. Vit ynskja tær ein góðan dag.
Bestu heilsanir
Betty og Jógvan við Keldu