Í kvøld verður finala í Champions League, har tey bæði sponsku Madrid feløgini, Real Madrid og Atletico Madrid hittast.
Merkisvert er, at hesi somu liðini eisini spældu finalu fyri tveimum árum síðani, sum Real Madrid tá vann eftir longda leiktíð.
Ein av ídnastu Atletico Madrid fjepparunum í Føroyum er gøtumaðurin, Jørgin Ewald Solmunde, sum hevur hildið við Atletico Madrid seinastu 20 árini.
- Áhugin fyri Atletico Madrid hjá mær stavar frá 1996. Mær dámdi serliga væl spælistílin hjá Atletico tá, har teir spældu við stuttum sendingum ímillum sín, og vóru góðir uppá skjótálop. Serliga vóru tað tríggir spælarar, sum gjørdu, at eg bleiv Atletico Madrid fjeppari. Teir vóru núverandi venjarin, Diego Simeone, José Luis Caminero og álopsleikarin Kiko.
Jørgin Ewald greiðir frá, at tað er vorðið stuttligari at vera Atletico Madrid fjeppari seinastu árini, har liðið hevur spælt við í toppinum mestsum hvørt ár, og hann heldur at venjarin, Diego Simeone, hevur havt eina ótrúliga ávirkan á liðið.
- Simeone hevur havt eina kollosala ávirkan á liðið síðani hann tók við í 2011. Liðið er blivið sera kompakt í verjustøðu, har tað er stutt millum keturnar. Hetta eyðkendi ikki Atletico Madrid áðrenn, tí sum oftast var verjuspælið út av lagi vánaligt. Harafturat er liðið ótrúliga vandamikið uppá umstillingar, so eg tori við fullari vissu at siga, at Diego Simeone er klárt tann besti venjarin, sum Atletico Madrid nakrantíð hevur havt.
At enda sigur Jørgin Ewald Solmunde, at hann hevur góðar vónir til dystin í kvøld, og hann trýr uppá ein sigur til sítt hjartafelag.
- Eg vænti mær ein dyst í kvøld við góðum fótbóltsspælið, so eg vænti ein góðan dyst. Og hesaferð koppar tað til Atletico. Tippi at dysturin endar 2-1 til Atletico, og at Antoine Griezmann skorar avgerandi málið í dystinum og verður hetja seinni í kvøld.