1/8-finalur í EM-endaspælinum í Fraklandi vóru aftur á skránni í gjár. Fyrsta 1/8-finalan varð spæld áStade des Lumières, harvertslandið, Frakland, fekk vitjan av Írlandi.
Írland fekk eina dreymabyrjan, tí longu í fyrsta minutti fingu teir tillutað brotsspark, tá ið Paul Pogba feldi Shane Long í brotsteiginum. Robert Brady setti brotssparkið trygt í netið, og so var Írland heldur óvæntað á odda 1-0.
Tað var ótti at hóma á fraklendingum eftir vánaligu dystarbyrjanina. Teir høvdu sum heild ilt við at fáa spælið at hanga saman og at fáa skapt málmøguleikar, so tað var hóast alt rímiligt, at Írland var á odda 1-0 í hálvleikssteðginum.
Í seinna hálvleiki var franska liðið hamskift, og tað var serliga Antoine Griezmann, sum kúvendi dystinum. Eitt gott korter inn í seinna hálvleik hevði hann lagt Frakland á odda 2-1 – fyrst stútaði hann eitt innlegg frá Bacary Sagna í netið, og so tók hann eisini av einum fríleypara, ið Olivier Giroud hegnisliga stútaði hann fram til.
Stutt eftir leiðslumálið hjá Fraklandi gjørdust útlitini hjá Írlandi verri fyri at fremja eitt comeback. Shane Duffy feldi Antoine Griezmann, og av tí at hann frátók honum ein upplagdan málmøguleika, so fekk hann beinleiðis reytt kort.
Seinasta hálva tíman var Frakland omaná og hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Innskifti André-Pierre Gignac lá framvið, og Antoine Griezmann hevði eisini møguleikar at gera hattrikk. Tað komu tó ikki fleiri mál – Frakland vann 2-1 og er nú klárt til fjórðingsfinaluna.
Í fjórðingsfinaluni skal Frakland spæla ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Ongland og Ísland. Tann fjórðingsfinalan verður spæld um eina viku, nevniliga sunnudagin.
Frakland – Írland 2-1 (0-1)
0-1: Robert Brady, 2. (br.)
1-1: Antoine Griezmann, 58.
2-1: Antoine Griezmann, 61.