Grikkaland ætlar sær at fremja tær nýskipanir, sum landsins altjóða lánveitarar hava kravt, men stjórnin í Athen vil hava betri tíð broytingarnar.
Eftir avtalunum við ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin skal Grikkaland fremja nýskipanirnar innan tvey ár. Í gjár legði stjórnin hjá Antonis Samaras, forsætiaráðharra (myndin) fram eina ætlan fyri tey næstu fýra árini, og har lovaði hann, at innan fyri hetta tíðarskeiðið fer Grikkaland at fremja tær neyðugu broytingarnar. Hann legði afturat, at Grikkaland verður verandi evruland.
Nakrir serfrøðingar hjá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum eru í Athen í hesum døgum og kanna, hvussu tað gongur við arbeiðnum at fyrireika nýskipanirnar, og um landið lýkur treytirnar fyri at fáa 130 milliardir evrur afturat, sum grikkar hava fingið lyfti um.