Grikkar vilja keypa Jan Allan Müller

Fótbóltur: Síðani týsdagin hevur Jan Allan Müller vant í grikska felagnum Volosniki, sum vil keypa hann frá Esbjerg

Mánadagin vóru alt í einum boð eftir føroyska álopsspælaranum hjá Esbjerg, Jan Allan Müller.

Grikska 2. deildarfelagið Volosniki setti seg gjøgnum fyrrverandi danska landsliðsspælaran John Sivebæk í samband við Jan Allan Müller, og boðaðu frá, at teir vóru sinnaðir at keypa hann frá Esbjerg.

Fyrispurningurin kom heilt óvart á Jan Allan, sum tó ikki vildi leypa fram av, og áðrenn hann svaraði grikkum, vildi hann síggja umstøðurnar hjá felagnum.

Týsdagin setti hann seg í flogfar við nøsini móti Athen, og hóskvøldið høvdu vit hann í telefonini úr Volosniki, sum liggur 400 km. norðanfyri Athen.

? Umstøðurnar er alt annað enn góðar her, og eg rokni ikki við tað kemur uppá tal, at eg skifti til felagið, segði hann.

? Eg varð ávaraður áðrenn eg fór, at eg kundi rokna við at umstøðurnar vóru primitivar, og tað eru tær eisini við lít. Felagið hevur ein betongklossa sum felagshøli, venjingarvøllurin er vánaligur, stadionið er gamalt og slitið, og klæðini eru illa farin.


Fer at siga nei

Jan Allan Müller hevur vant nakrar ferðir saman við spælarunum hjá Volosniki, sum eru yrkisspælarar, men støðið er ikki høgt.

? Teir eru ikki serliga sterkir tekniskt ella taktiskt klókir, og teir spæla sera nógv sjálvir. Heilt erligt, so kom tað eitt sindur óvart á meg, at umstøðurnar her skuldu vera so vánaligar, sigur Jan Allan Müller av hotellkamarinum hjá sær í Volosniki. Í býnum búgva okkurt um 200.000 fólk.

? Eg verði her til leygardagin ella sunnudagin, tá eg so farið heimaftur, og sum støðan er í løtuni, kann tað ikki koma uppá tal, at eg geri sáttmála við felagið.

Volosniki og Esbjerg eru vorðin samd um ein prís fyri Jan Allan Müller, og sjálvur kann Jan Allan vænta sær góða løn, men vágbingur hevur ongan hug at taka nakran kjans í felagnum, sum er primitivt og ótrygt.

? Nú havi eg so sæð umstøðurnar, og havi fingið staðfest hvussu gott vit hava tað í norðureuropa. Í so máta var ferðin ikki til einkis, men við sáttmálanum spyrst einki burtur úr sum er, sigur hann.