Í Grikkalandi hevur tann konservativi andstøðuflokkurin Nýtt Demokrati dag sagt seg sinnaða at atkvøða fyri fíggjarlógini fyri 2012 og at styðja eina komandi skiftisstjórn.
Samstundis sigur Nýtt Demokrati, at hann er til reiðar at góðtaka, at sosialisturin Evangelos Venizelos heldur fram sum fíggjarmálaráðharri í skiftisstjórnini, sum ætlandi skal stýra landinum, til val verður ú februar.
Samstundis bendir alt á, at fyrrverandi varastjórin í Evropeiska Miðbankanum Lucas Papademos verður forsætisráðharri í skiftisstjórnini.