Almenna grikska sjónvarps- og útvarpsstøðin, ERT, verður nú stongt og lagt niður. Stjórnin sigur avgerðina vera ein lið í sparingunum, sum landið noyðist at gera, fyri at vinna á búskaparkreppuni.
At grikska kringvarpið gevst, ávirkar beinleiðis tey 2.700 starvsfólkini, sum nú eru arbeiðsleys, men tey hava tó fingið lyfti um eitt ávíst lønarendurgjald og kunnu søkja um starv av nýggjum, tá kringvarpið er umskipað til ein nýggjan og munandi minni tíðindabera.
Fakfeløgini, sum varða av starvsfólkum í ERT, finnast hvassliga at avgerðini og staðfesta, at Grikkaland ofrar einasta almenna og óhefta miðil í landinum við sparingum sum skálkaskjóli.