Tað verður ikki tann mest altjóða royndi dómarin, ið dømir EM-undankappingardystin millum Føroyar og Moldova á Tórsvølli í morgin.
Dysturin byrjar klokkan 17.
34 ára gamli, Vassilis Fotias úr Grikkalandi verður høvuðsdómari. Hann hevur áður dømt tveir U21 og tveir U17 landsdystir, og verður dysturin á Tórsvølli fyrsti A-landsdysturin hjá honum.
Hann hevur tó dømt fimm dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið.
Vassilis Fotias hevur dømt dystir í hægstu deildunum í Grikkalandi síðani 2013.
FØROYAR - MOLDOVA | Bólkur E
Dómari: Vassilis Fotias (GRE)
Hjálpardómari 1: Andreas Meintanas (GRE)
Hjálpardómari 2: Konstantinos Psarris (GRE)
Fjórði dómari: Aristotelis Diamantopoulos (GRE)
VAR dómari: Aggelos Evangelou (GRE)
VAR hjálpardómari: Evangelos Manouchos (GRE)
UEFA dómaraeygleiðari: Ante Vučemilović-Šimunović Jr. (CRO)
UEFA umboð: Tibor Vámos (HUN)