Grind gjørdi landgongd

Ein grind gjørdi landgongd í Avstralia um vikuskiftið. Teir flestu hvalirnir doyðu, og hinir fingu hjálp at sleppa útaftur Avstralsku myndugleikarnir siga, at 64 hvalir gjørdu landgongd á oynni Tasmania leygardagin. 52 teirra doyðu. Hinir 12 vórðu fluttir til eina aðra strond og sleptir útaftur har.

Myndugleikarnir brúktu serliga útgerð til at flyta hvalirnar teir 17 kilometrarnar til hina strondina. Teir vórðu fluttir í serligum kørum, og tað var pláss fyri tveimum hvalum í hvørjum kari.

Vísindafólk duga ikki at siga, hvussu tað ber til, at heilar grindir koma uttan av havinum og gera landgongd. Hetta fyribrigdið er vorðið alt meiri vanligt á Tasmania tey seinastu árini, skrivar Reuters.