Grind í Hvannasundi

Mánakvøldið legði ein grind á 63 hval beinini í Hvannasundi

John Johannessen


Hvannasund: Klokkan níggju mánakvødlið løgdu 63 hval beinini í Hvannasundi.

Grindin varð funnin klokkan hálvgum fimm seinnapartin 5 fjóðringar suður úr Svínoynni.

Teir 63 hvalirnir taldu 595 skinn. Seðlarnir komu út klokkan seks týsmorgunin, og varð grindin býtt til hvørt mansbarn í bygdunum eystan fyri Múla. Harafturat varð grindin eisini býtt í bátspartar og partar til grindamenninar á landi.